Tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár útfluttu føroyskar fyritøkur fyri 5,6 milliardir krónur.
- Hetta er 900 milliónir, ella næstan 20 prosent, meiri enn sama tíðarskeiði í fjør, vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Tað er serliga utflutningurin av føroyskum alilaksi, sum veksur munandi.
- Higartil í ár hava vit útflutt alifisk fyri næstan 700 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Tað er ein vøkstur upp á 36 prosent í virði, men eisini í nøgd er vøksturin 17 prosent.
Hagstovan staðfestir, at alifiskur er góð 46 prosent av øllum útflutninginum, og av sjálvum fiskaútflutninginum av fiski er hann 49 prosent.
- Heldur gongdin higartil í ár, tað ið eftir er av árinum, fer útflutningurin av laksi væl uppum tríggjar milliardir krónur í ár, og tað er ikki hent fyrr, sigur Hagstovan.
Í 2014, sum er metárið higartil, útfluttu vit laks fyri 2,95 milliardir.
Hagstovan sigur, at annars er útflutningurin av uppsjóvarfiski vaksin 8 prosent í virði og 17 prosent í nøgd, men lagt verður afturat, at ein partur av útflutninginum at uppsjóvarfiski er bólkaður aðrastaðni, so samanberingin skal takast við fyrivarni.
Men útflutningurin av makreli er vaksin nógv í ár, úr 400 milliónum krónum, upp í 600 milliónir. Hinvegin er útflutningurin av sild minkaður 100 milliónir.
Annars er útflutningurin av vanligum botnfiski minkaður í ár afturímóti í fjør.