At pinkutjóðin Føroyar sum tann fyrsta yvirhøvur hevur latið kreppurakta Íslandi eitt lán uppá 300 mill. kr. hevur eftir øllum at døma vakt ans úti í heimi. Hetta kundi ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum, Jan Müller sanna, tá hann seint eitt kvøldið varð uppringdur av BBC í London. Bretska útvarpsrásin, BBC World New, sum sendir til allan heimin, helt føroyska lánið vera so mikið áhugaverd tíðindi, at tey vórðu í høvuðstíðindunum í rásini fyri stuttum.
Heimsumfatandi útvarpsstøðin vildi vita, hví Føroyar høvdu latið Íslandi hetta lánið. Blaðstjórin á Sosialinum varð endurgivin fyri at siga, at tað altíð hava verið sera sterk bond millum bróðurtjóðirnar í Norðuratlantshavi, søgulig, mentanarlig og eisini menniskjanslig. Londini hava hjálpt hvørjum øðrum, tá á hevur staðið. Føroyingar hava latið peningaliga hjálp, tá fjarskotin búpláss í Íslandi hava verið rakt av náttúruvanlukkum. Íslendingar hava í mong ár víst Føroyum ótrúligan gestus við at lata føroyingar fiska tosk í íslendskum sjógvi uttan at krevja nakað afturfyri.
BBC segði annars frá, at føroyingar vórðu raktir av eini álvarsligari búskaparkreppu í 90-unum. Bankarnir komu í stórar trupulleikar og tað almenna hekk uppá stór veðhald. Hetta var ein sera hørð tíð við arbeiðsloysi og fráflyting. Síðani hevur gingið framá í Føroyum, og føroyingar vóna, at teir hava lært av kreppuni. Búskapurin í Føroyum er ikki so hart raktur sum onnur lond í núverandi fíggjarkreppuni. Ein orsøk er, at bankarnir hava ikki involverað seg eins nógv í útlandinum sum t.d. íslendsku bankarnir. At føroyingar læna íslendska bróðurfólkinum 300 mill. kr. meta teir vera rætt og náttúrligt segði BBC.