Rúnar Reistrup
Tað verður ikki nøkur vanlukka fyri P/F Thor, um føroyska oljuvinnan ikki fer at liva upp til tær risavónir, sum hesi seinastu árini hava trífaldað húsaprísir og sett búskapin upp á kók. Reiðaríðið hevur bygt sínar íløgur í føroysku offshore-vinnuna á verandi umstøður heldur enn á framtíðardreymar, og hevur soleiðis roynt at satsa so lítið sum gjørligt í royndunum at gerast ein týandi partur í føroysku oljuvinnuni.
? Føroysku vónirnar til oljuvinnuna eru alt ov høgar. Tað gongur væl búskaparliga í løtuni, men vit mugu minnast til at tað skal lítið til áðrenn tað byrjar at ganga hinvegin. Beint nú er føroyska samfelagið mitt í einari ekspansiónsfasu hvat oljuvinnuni viðvíkur, samstundis sum fiskivinnan klárar seg sera væl. Men um nú annaðhvørt fiskiskapurin ella leitingaraktiviteturin komandi árini minkar, so gongur tað knappliga ikki so væl longur, og hesum taka vit hædd fyri sigur Gunnbjørn Joensen, sum saman við beiggjanum Hans Andreas eigur og rekur P/F Thor.
Hyggja úteftir
Tískil ger reiðaríðið nógv við at føla seg fram uttan fyri landoddarnar, soleiðis at øll offshore satsingin ikki stendur og fellur við føroysku oljuvinnuni. Einasta satsingin hjá P/F Thor, sum beinleiðis er vend ímóti føroysku oljuvinnuni, er samstarvið við donsku fyritøkuna ESVAGT um standby-skipið Faroe Connector, sum kom undir føroyskt flagg 2. juli í ár. Men møguleikarnir at fara út um landoddarnar við hesum skipinum verða eisini dúgliga kannaðir.
Sum er hevur Faroe Connector tó úr at gera við at fylgja boriskipinum West Navion, sum nú borar í enskum sjógvi. Fyritøkan ESVAGT-Thor, ið Thor og ESVAGT eiga í felag, hevur ein eitt ára sáttmála við BP um leigu av Faroe-Connector. Tá hetta leiguskeiðið er liðugt vónar Thor at tað fer at bera til at leingja sáttmálan við BP, men um hetta ikki ber til, kann skipið fara hvagar tað skal vera, sigur Gunnbjørn Joensen, sum millum annað hevur sent síni smærru standby-skip á uppgávur so langt burturi sum í Persisku Víkini og Vesturafrika.
Skulu ongan kodda hava
Hóast Thor hevur verið í offshore vinnuni síðan 1998, tá fyritøkan fekk fyrsta standby-skipið til landið, so var tað ein nðggj tíð sum byrjaði í summar, tá oljuleitingin á føroyskum sjóøki fór í gongd. Andin í føroysku oljulóggávuni leggur upp til at útlendsku oljufeløgini í størst møguligan mun skulu samstarva við føroyskar fyritøkur, treytað av at hesar eru kappingarførar, og hetta hjálpti uttan iva Thor til at fáa sáttmálan við BP.
? Tað at vit eru ein føroysk fyritøka gav okkum sjálvsagt ein fyrimun í mun til útlendsku fyritøkurnar, men vóru vit ikki kappingarførir, so høvdu vit neyvan fingið sáttmálan við BP, og eru vit ikki kappingarførir tá sáttmálin gongur út, so fáa vit ikki longt hann og tí setur tað stór krøv til fyritøkuna um vit skulu fáa nakað burturúr hesum, sigur Gunnbjørn Joensen, sum sjálvur er fegin um hørðu kappingina.
? Tað ringasta sum kann henda er at føroysku fyritøkurnar fáa so stóran kappingarfyrimun ígjøgnum treytir og reglur at tær fáa ein kodda at sovna á, tí so fara tær ongantíð at klára seg í beinhørðu kappingini í oljuvinnuna, heldur Gunnbjørn Joensen.
Undir sjálvari boringini hjá West Navion á føroyskum øki fekk Thor einki at vita um hvussu leitingin gekst, og tí mertiskt tað ikki á arbeiðinum, at einki varð funnið. Men tað hevði verið ein stórur fyrimunur fyri offshore-satsingina hjá reiðaríðnum, um olja varð funnin í boringini hjá BP, og tí var úrslitið eitt lítið vónbrot fyri eigararnar.
Tað fær tó ikki fyritøkuna at ivast í at halda fram í offshore-vinnuni, serliga tá tað nú hevur víst seg, at olja er at finna í føroysku undirgrundini, men verður uppfatað sum enn ein ábending um, at tað er umráðandi eisini at vera úti um seg í útlendsku oljuvinnuni.