Føroyska prentsmiðjan

Samanlegging hevur skapt eina kappingaføra eind

Tá tað seinasta ár var almannakunngjørt at bóka-prentsmiðjan hjá Dimmalætting og Hestprent kastaðu saman, var størsta grafiska virki í Føroyum skapt.
Mangt broytist á mansins ævum verður sagt, og hetta er so sanniliga eisini galdandi í grafisku vinnuni. Fyri fáum árum síðani vórðu nógvar smáar prentsmiðjur í Føroyum, men eins og í londunum kring okkum verða prentsmiðjurnar færri og størri.
At bókaprentsmiðjan hjá Dimmalætting og Hest-prent skuldi leggja saman hevði fáur væntað, men tá ið nærri var hugt at hesi samanlegging, gjørdist eyðsýnt at her hevði tú tvey virki, við hvør sínari styrki innan prentvirksemi. Bókaprentsmiðjan hjá Dimmalætting stóð sterkt í 4-litaðum prenti og Hestprent serstakliga prentaði bøkur.
Kappingarføri er endamálið
Á grafiska økinum er kappingin harnað nógv seinastu árini, bæði her á landi. Men tann versnandi støðan hjá donskum prentsmiðjun hevur eisini merkt prísleg-una her á klettunum. Hetta merkir so eisini, at fyri hvørja krónu, ið prentað verður fyri her heima, prenta vit fyri tvær uttanlands. Tað er hesin marknaður, sum nýggja prentsmiðjan ætlar sær at troyta.
Nýggja prentsmiðjan hevur sett fær fyri bjóða bestu dygd, bestu trygd og kappingarføran prís, hetta bæði í kapping við føroysk-ar og útlendskar prentsmiðjur. Til dømis er Føroyaprent einasta føroyska prentmsiðjan við tveimum prentsmaskinum, ið prenta 4-litir.
Virkisætlanin leggur upp til, at íløgur verða gjørdar soleiðis at rætta javnvágin verður ímillum nýggjastu tøknina og tað góða handverki. Saman við drúgvu royndunum skal hetta geva besta úrslitið. Hetta hevur longu givið úrslit og í hesari løtu verður nýggj útgerð til bókabinding sett upp.
Savnað virksemið á Hoyvíksvegi
Virksemið hjá nýggja felagnum, sum nevnist Pf. Føroyaprent er savnað á Hoyvíksvegi 59. Partur av bygninginum varð útleigað til 31. desember í fjør, men frá fyrsta januar hevur Føroyaprent havt allan bygningin og nú verður hann umbygdur. Her á knøppum 1.500 fermetrum húsast umbrótingin, prentsmiðjan og bókbindingin. Umframt hetta hevur Føroyaprent eisini grafisku deildina hjá Sosialinum í nýggja miðalhúsinum í Vágsbotni. Á Føroyaprent starvast tilsamans 30 fólk.
Fram móti sumri verður umbyggingin liðug og tá stendur nýggja prentsmiðjan búgvin til at taka móti viðskiftafólkum sínum í hølum, ið geva bestu umstøður til prentframleiðslu.