Føroyska stavraðið?

Eg havi fylgt eitt sindur við í hesum kjakinum um stavraðið og føroyska málið sum heild. Og í dag (23. nov.) hoyrdi eg Una Arge siga í útvarpinum, at teir latínsku bókstavirnir z,x,c,q, og w einki pláss áttu at fáa í føroyska stavraðnum, tí teir hoyra ikki heima har, og teir fara bert at skapa ørkymlan í føroysku stavsetingini

Eg helt at Uni Arge segði nógv skilagott, og eg haldi eisini, at Uni hevur skrivað nógv skilagott - eins og Sjúrður Skaale hevur sagt og skrivað nógv skilagott um stavraðið. Tó var eitt, ið serstakliga fekk meg at undrast; tað var tá ið Uni segði, at áðurnevndu stavirnir ikki hoyrdu heima í føroyska stavraðnum, tí teir eru latínskir. Uni: einki føroyskt stavrað er til! Tað sokallaða "føroyska stavraðið" er latínskt úr enda í annan - ok, við smáum tillagingum, men tað er alt.
Um vit skulu tosa um eitt føroyskt stavrað, er tað nærmasta vit kunnu koma til: rúnaraðið. Argumentið, um at útihýsa z,x,c,q, og w tí hetta eru latínskir stavir, er tískil fallið til jarðar. Argumentið kann bert standa roynd, um vit hava eitt annað stavrað enn tað latínska, t.d. rúnaraðið, men tað hava vit ikki.
Her er sostatt talan um eina anakronismu: nevniliga tað, at um vit skulu tosa um føroyskt stavrað, má tað sjálvsagt vera eitt stavrað, sum vit antin hava uppfunnið, ella sum vit hava nýtt síðan okkara fyrstu búseting í Føroyum - tá vit fáa okkara nýggja samleika sum føroyingar. Men, sum mongum kunnugt, var okkara fyrsta skriftmál og stavrað, tað, sum vit høvdu við okkum úr Noregi: rúnir og rúnaraðið. Tá vit tosa um tíðarkronologi, uppruna og samleika í ávísum stað við tilhoyrandi stavraði, er tað - ironiskt nokk - ein anakronisma at kalla núlivandi stavraðið "føroyskt", tá tað hevur latínskan uppruna. Og dupult ironiskt er tað, tá ið teir bannaðu stavirnir eisini eru latínskir. Um eitt fremmant stavrað verður føroyskt, við at vit leggja eina lítla skrástriku yvir nøkur úrvald sjálvljóð og skoyta "ð" upp í afturat, so eigur tað eisini at bera til, at montera eitt áttakanta róður í ein Toyota bil og siga, at hetta er ein føroyskur bilur.
Tað er ok at nýta fremmandaorð í einum kjaki um føroyskt mál og stavrað, men tað er burturav ironiskt at vita hvat orðið merkir, fyri síðani at koma í óføri av tí. Tað er gott at duga fremmandaorð, men tað er sanniliga eisini tídningarmikið at nýta tey rætt - ella hava rætt í sínum máli.