The Rasmus skuldi leygardagin spæla á Ankkarock festivalin í Vantaa í Finnlandi, men bólkurin slapp ikki úr Føroyum fyrr enn út móti sunnumorgni. Tí var konsertin leygarkvøldið fyrst avlýst og síðan flutt til sunnudag seinnapart.
Á heimasíðuni hjá Ankkarock fekk umtalan av føroyska mjørkanum nógv pláss, og hevur tí uttan iva vakt ans millum nógvu gestirnir, fjølmiðlarnir og hinar bólkarnir, ið luttóku á festivalinum.
Heldur ikki Maggie Reilly, FR David og Sarah Brendel sluppu úr Føroyum til tíðina.
Tað er ikki óhugsandi, at tað er óheppið fyri umdømið hjá Føroyum sum festivalland, at so nógv fólk verða noydd at bíða eftir floglíkindum. Hetta er triði stóri festivalurin, sum verður raktur av trupulleikum við flogviðurskiftunum í summar, og við heimsnøvnum, ið vitja Føroyar mitt á eini konsertferð, kunnu flogviðurskiftini í framtíðini gerast avgerandi, um bólkurin vil okkara fjarskotnu klettar.