Føroyskar barnafamiljur máttu í fjør vinka farvæl til 8,6 milliónir.
Tað vísir eitt yvirlit yvir fíggjarligu støðuna hjá Barsilsskipanini í fjør.
Hvørja ferð, vit fáa løn, stendur hvørja svart á hvítum á lønarseðlinum, hvussu stór upphædd verður goldin til barsilsskipanina.
Tað merkir, at hvørja ferð, vit fáa løn, er ein ávís upphædd markað beinleiðis til at gera tilveruna lættari hjá foreldrum við pinkubørnum.
Men ein trivaligan part av hesum pengunum síggja foreldrini als onki til.
Ein uppgerð yvir fíggjarligu støðuna hjá barsilsskipanini, vísir, at í fjør vórðu 74,4 milliónir játtaðar á fíggjarlógini til barsilsskipanina til at gjalda til foreldur í barnsburðarfarloyvi og til umsiting.
Men tað blivu bara brúktar 71,8 milliónir, so skipanin hevði eitt avlop upp á 2,6 milliónir, sum fullu beinleiðis aftur í stóra pott hjá landskassanum.
Gjaldið til barsilsskipanina er eitt ávíst prosentgjald av hvørjari løn og játtanin á fíggjarlógini verður ásett eftir, hvussu nógv, landsstýrið væntar, fer at verða goldið í lønum tað árið.
Men í fjør gekk munandi betri enn væntað og av tí sama vóru lønarútgjaldingarnar eisini munandi størri enn væntað.
Sostatt hava vit fingið váttað frá Tolli og Skatti, at í fjør vórðu tilsamans 80,4 milliónir goldnar inn í barsilsskipanina.
Sostatt vísir samlaða roknistykkið hjá barsilsskipanini fyri í fjør, at tilsamans vóru 8,6 milliónir meiri goldnar inn í skipanina, enn tað vórðu goldnar útaftur til foreldur í barnsburðarfarloyvi.
Av av tí, at barsilsskipanin er ein stovnur undir landinum, fellur peningurin aftur til landskassan.
So hóast tað stendur í hvørjum einasta lønarseðili, at ein ávís upphædd er goldin til barsilsskipanina, er altso ein partur endaður beint aftur í landskassanum sum vanligur skattur og kann verða brúktur til onnur endamál.
Sostatt hava allir føroyingar í fjør goldið 12% ov nógv í barsilsskipanina, sum ikki komu barnafamiljunum til góðar, hóast peningurin beinleiðis er markaður til tær.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, fekk ikki sagt nakað um støðuna, fyrrenn hann hevði sett seg betri inn í viðurskiftini og tað eydnaðist av tí sama ikki at fáa viðmerkingar frá honum til dagsins blað.
Barsilskipanin í 2006
Goldið til skipanina: 80,4 milliónir
Játtað á fíggjarlógini: 74,4 milliónir
Brúkt: 71,8 milliónir
Tølini vísa, at í 2006, vórðu 2,6 milliónir minni brúktar úr barsilsskipanini, enn játtað varð á fíggjarlógini og tær fara beinleiðis aftur í landskassan. Samstundis vórðu 80,4 milliónir goldnar inn í til barsilsskipanina.
Sostatt hevði barsilsskipanin í fjør eitt avlop upp á 8,6 milliónir, sum fella aftur í landskassan
Hetta merkir eisini, at allir løntakarar hava goldið 8,6 milliónir í barsilsskipanina, sum ikki eru brúktar til endamálið, men sum enda í landskassanum