- Hevði tað verið so frægt, at barnakonurnar settu onkur krøv. Eg haldi, barnakonurnar í Føroyum krevja og spyrja alt ov lítið. Í síni heild eru tær ov myndugleikatrúgvar. Vit gera tað gott, men tað er altíð spennandi, tá brúkarin setir veitaranum krøv, tí annars menna vit okkum ongantíð. Í løtuni hava vit onga hóming av, hvussu vit møguliga kunnu gera okkara arbeiði enn betri. Nú er tað soleiðis, at vit fortelja barnakonunum, hvat tær skulu gera og geva teimum tað generella svarið. Sjálvandi koma onkrar til okkara við smáum ynskjum av og á, men av hesum menna vit okkum ikki, og tískil verða ongantíð nakrar kollveltandi broytingar í arbeiðnum, sigur Annika Hoydal, jarðarmóðir á føðideildini á Landssjúkrahúsinum.
Í Danmark keypa alt fleiri danskar kvinnur sær stuðul, umsorgan og tryggleika, áðrenn tær fara á føðistovuna at eiga, meðan aðrar kvinnur rætt og slætt ikki taka ímóti burðarhjálp frá tí almenna, tí jarðarmøðurnar hava ov nógv at gera og skulu ofta ansa eftir fleiri barnsburðum í senn, men
hetta er í løtuni eingin trupulleiki í Føroyum, tí á føðideildini á Landssjúkrahúsinum eru altíð tvær jarðarmøður til taks, og Annika Hoydal sigur, at tað er rættiliga sjáldan, at tað er brúk fyri fleiri:
- Í Føroyum eru føðideildirnar smáar, so vit hava sjálvandi ikki sama trupulleika, sum tey í løtuni dragast við í Danmark, har føðistovurnar eru ov stórar, og ov fáar jarðarmøður eru til arbeiðis. Tá ein kvinna eigur í Føroyum, er tað sera sjáldan, at hon noyðist at deila sína jarðarmóður við
aðra barnakonu. Men hóast hetta, haldi eg, barnakonurnar saktans kundu sett okkum krøv, leggur Annika Hoydal afturat.
Somuleiðis heldur Annika Hoydal, at politikkararnir áttu at farið og gjørt eina kanning fyri at staðfesta, hvat er gott á føðideildunum í Føroyum, og hvat møguliga kann gerast betri:
- Okkara stóri dreymur er at gera eina fullfíggjaða kanning fyri rætt og slætt at kanna, hvat barnakonur veruliga ynskja sær og hava tørv á. Kanska áttu vit at farið út á aðrar føðideildir uttanlands at kanna, hvussu tey gera sítt arbeiði fyri síðan at koma heim aftur við nýggjum íblástri og síðan gjørt eina skipan, ið riggar væl. Sum nú er, gissa vit at kalla í okkara arbeiði, hóast vit altíð royna at gera okkara besta, ber Annika Hoydal at enda fram.