Føroyskar ferðaskrivstovur hava eingi trygdarátøk, sum veita kundanum trygging, um ein ferðaskrivstova brádliga gevst.
Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum, segði við Kringvarpið í gjár, at Føroyar áttu at havt ein grunn, sum loftar ferðafólki, tá ferðaskrivstovur gevast.
Eingin slíkur grunnur er í Føroyum, og tískil mugu fólk hava álit á, at fyritøkan, tey keypa pakkaferðir frá, er væl rikin og hevur gott gjaldføri.
Í øðrum londum er krav, at ferðaskrivstovur eru partur av slíkum grunnum. Og eftir øllum at døma, er einasta loysnin at stovna ein føroyskan grunn.
Christian Springborg, eftirlitsstjóri í Rejsegarantifonden, sigur við Info, at føroyskar ferðaskrivstovur hava ikki møguleika at vera partur av Rejsegarantifonden, tí tær marknaðarføra seg í Føroyum.
– Føroyskar ferðaskrivstovur kunnu bara gerast limir hjá okkum, um tær selja danskar ferðir. Vit eru ein danskur grunnur, og vit krevja, at fyritøkan marknaðarførir seg í Danmark.
Les eisini: Soleiðis verður tú tryggjaður av Rejsegarantifonden
Føroyskar og aðrar útlendskar ferðaskrivstovur hava møguleika at vera limur í Rejsegarantifonden, men kravið er, at fráferðin er í Danmark.
– Er títt virksemi viðkomandi fyri donsk ferðafólk, er líkamikið, hvar tú rekur tína fyritøku, sigur Christian Springborg.
Føroysku ferðaskrivstovurnar góðskutryggjaðar
Føroysku ferðaskrivstovurnar, Fonn Flog, 62°N og Flog.fo eru limir í altjóða felagsskapinum IATA, sum góðskutryggjar gjaldførið hjá feløgunum.
IATA stendur fyri International Air Transport Association.
Sambært Bergi Thomsen, stjóra í 62°N, virkar hesin felagsskapurin sum bindiligur millum ferðaskrivstovur og flogfeløg. IATA umboðar flogfeløgini og er ein góðskutrygging av gjaldførinum hjá ferðaskrivstovunum, sum bíleggja flogferðir vegna kundar sínar.
– Ein ferðaskrivstova kann bert vera limur í IATA, um felagið er væl fyri fíggjarliga og lýkur krøvini, IATA setur, sigur Bergur Thomsen.
Limaskapurin í IATA hevur stóran týdning fyri, hvussu trygg fólk eru við at keypa pakkaferðir frá ferðaskrivstovunum.
IATA skal góðkenna gjaldførið hjá føroysku ferðaskrivstovunum so hvørt, og hetta er við til at tryggja, at feløgini verða rikin á rættan hátt.
– Roknskapur okkara skal viðurkennast hvørt ár, fyri at vit skulu sleppa at halda fram, og krøvini eru høg, sigur Sakaris Frederiksen, stjóri í Fonn Flog.
Les eisini: WeTravel farið á húsagang
Rúni Joensen, deildarleiðari í Flog.fo, heldur eisini, at IATA limaskapurin er ein álitisváttan. Hann sigur, IATA búmerkið mangan sæst á heimasíðuni hjá ferðaskrivstovum, tí tær vilja lýsa við hesari góðkenningini.
WeTravel, sum er farið í gjaldsteðg, hevði ikki IATA góðkenning, og sostatt onga altjóða góðskriving av sínum gjaldføri. Felagið hevði 180.000 krónur í halli fyrsta árið. Tað var í 2017. Við árslok í 2017 var eginognin 130.000 krónur skeivan veg, sambært Kringvarpinum.