Føroyskar fiskapylsur til Danmarkar

Tavan í Leirvík eigur tveir triðingar av virkinum, sum framleiðir fiskapylsur undir merkinum Jetfood. Dimmalætting skrivaði í gjár, at avgerð júst er tikin um at broyta hetta navn til Primafisk. Meiri áhugavert er tað tó, sum blaðið eisini skrivar, at tað í løtuni verður arbeitt á øllum frontum fyri at sleppa inn á danska marknaðin við føroysku pylsuni. Í februar vóru umboð fyri Primafisk á messu í Danmark, sum serliga varð ætlað hotell og catering bransjuni, og samstundis verður arbeitt við at fáa vørurnar inn í matvøruhandlar runt í Danmark.