Lamhauge, sum fyri stuttum gjørdist landskend við at vera á forsíðuni á SMS-blaðnum, var fyri stuttum við í eini modelkapping í Keypmannahavn. Blaðið ?Alt for Damerne? saman við ?Unique Models? skipaði fyri kappingini í samband við eina árliga klædnamessu, sum er í Bella Sentrinum. Lív kom til finaluna í kappingini, men tað eydnaðist henni ikki at vinna kappingina.
Til kappingina vóru yvir 500 gentur, sum høvdu sent myndir inn, og 15 av teimum komu til royndarfotografering.
10 komu viðari til finaluna, har Lív so var ímillum. Vinnarin av kappingini hevði longu áðrenn kappingin byrjaði skrivað ein sáttmála við Ford Models, og tí var tað ikki serliga óvæntað at hon vann kappingina. Kate Ford var ein av dómarunum. Hon hevur tikið yvir á Ford Models eftir sína kendu mammu, mótadrotningin Eileen Ford.
Hvør er Lív
?Vit høvdu avtalað, at eg skuldi koma eftir Lív heima hjá henni. Vit fóru at ganga okkum gjøgnum miðbýðin í tí góða veðrinum.
Lív er einans 15 ára gomul, og ger ikki serliga nógv um seg, hon er still, lítilætin og svarar róligt uppá alt tað sum eg spyrji hana um. Við hennara 176 sentrimetrum, langum ljósum hári og vøkru bláu eygum er hon tó rættiliga løtt at leggja merki til. Tað sást eisini, tá ið vit gingu gjøgnum býin. Vit skuldi oman til handilin ?Kjallarin List og Húsgøgn?, har vit fóru at læna nøkur klæðir, sum vit skuldi taka nakrar myndir av Lív í.
Tilmeldingin til kappingina
Tá ið Lív fyrstu ferð gekk á einum palli var hon umleið 12-13 ára gomul, men annars hevur hon ikki tær størstu royndirnar sum modell. Av tí sama helt hon tað eisini vera rættiliga spennandi at vera við í eini sovorðnari kapping.
Tvær gentur høvdu spurgt hana, um tær kundu senda myndir av henni til kappingina. Hon hevði ikki nakra mynd, so tær fingu eina aðra gentu at taka myndirnar. Freistin til at senda myndirnar inn, var í marts í ár. Eitt sindur seinni varð Lív ringd upp av eini kvinnu, sum arbeiddi fyri Alt for Damerne. Hon vildi hava Lív at koma til Danmarkar at royndarfotograferast. Lív fekk so eitt vikuskifti í Keypmannahavn, har ein dugnaligur mótafotografur tók myndir av henni til kappingina. Síðani bíðaði hon í nakrar mánaðar. Hon gjørdi seg liðuga við skúlan, og fekk summarfrí. Ein dagin fekk hon eitt bræv, har tað stó at hon var komin í finaluna. Í brævinum stóð eisini nær hon skuldi møta, og hvat hon skuldi gera til tá, at hon skuldi eta og liva sunt osfr.
Modelkappingin
Lív møtti so á einum hotelli í Nyhavn, Keypmannahavn, har allar genturnar sum vóru við í kappingini búðu. Seinni sama dagin fóru tær at trena. Tær fóru inn í býin, har tær skuldu venja at ganga til sjálva kappingina. Ein kvinna lærdi tær at ganga. Hon var rættliga hørð, og kravdi nógv av teimum. Tað var ein strævin dagur, og tær vóru sera troyttar aftaná. Seinni á kvøldinum fóru allar genturnar, saman við øðrum fólkum inn á eina sera flotta matstovu at eta.
Dagin eftir fóru tær at royna klæðini sum tær skuldu ganga í. Seinni sama dag fóru tær inn til Unique Models, har Kate Ford saman við hinum báðum dómarunum til kappingina spurdu eina og eina gentu um ymiskt. Kate spurdi fyri tað mesta. Hon spurdi um hvat Lív gjørdi til dagligt, hvørjar framtíðar ætlanir hon hevði osfr.
Seinni fóru tær at venja meira. Frumroynd var í Bella Sentrinum og so fóru tær heimaftur. Klokkan var umleið tíggju um kvøldið, tá ið tær vóru lidnar. Klokkan seks morgunin eftir fóru tær upp, ótu morgunmat, og fóru út til Bella Sentrið at gera klárt til kappingina. Har vóru hópin av fólki. Blaðfólk, smyrslfólk, hárviðgersfólk og onnur runnu runt um hvønn annan. Sjónvarpssendingin ?48 timer?, var eisini har, og øll spurdu spurningar um alt ímillum himmal og jørð.
Klokkan 11.30 byrjaði kappingin. Nógv sitipláss vóru gjørd klár til tann langa pallin, sum tær skuldu ganga á. Fleiri fólk stóðu eisini og hugdu. Lív var fyrst í svørtum buksum og hvítari skjúrtu, síðani var hon í vetrarklæðum, og seinast var hon í einum summarkjóla. 45 minuttir seinni var alt liðugt. Anne Sofie frá Langeland vann kappingina, og var á veg til Paris at arbeiða sum model.
Eitt lív sum model?
Lív helt tað vera spennandi at vera við í kappingini, men hon kundi ikki hugsað sær at verið við til eina kapping afturat. Tað kundi kanska verið stuttligt at arbeitt sum model, men tað er ikki so lætt. Fyri tað fyrsta so skulu fólk vilja nýta hana sum modell, og so hevur hon eisini ætlanir um at gera nakað við skúlan. Hon byrjar á studentarskúla nú, og hevur ætlanir um minst at gera tann skúlan liðugan. Í føroyum ber illa til at arbeiða sum modell, og tí væntar hon ikki at hon fer at gera tað heilt stóra við modellarbeiði. Í hvussu so er ikki enn. Sum nú er gleðir hon seg bara at byrja uppá ein vanligan gerandisdag aftur, eftir hennara stóru løtu í modellheiminum.