HAGTØL
Kvinnur í Norðurlondum eiga fleiri børn enn kvinnur í ES-londum. Og meiri enn helmingurin av børnunum, sum eru fødd í Norðurlondum, eiga kvinnur, sum eru eldri enn 30 ár. Norðurlendskar kvinnur eru tískil óførar at eiga børn, men gamlar, tá ið tær byrja. Hetta stendur at lesa í Nordisk Statistisk Årbok 2001, sum er árbók um okkara gerandisdag.
Tølini vísa, at væntað verður, at norðurlendskar kvinnur í føðialdri eiga fleiri børn enn kvinnur í ES-londum. Burtursæð frá Álandi liggja øll Norðurlond og sjálvstýrandi økini omanfyri miðaltalið fyri ES-lond í 2000. Talið á føddum børnum fyri hvørja kvinnu í aldrinum 15 til 49 ár er tó ymiskt, liggur frá 1,53 á Álandi - sum er miðaltalið í ES, til 2,58 í Føroyum, sum sostatt liggur væl omanfyri miðaltalið í ES.