Brúkaramál
- Tá talan er um vernd av brúkarunum eru Føroyar meiri at meta sum eitt U-land. Vit hava onga lóg um Marknaðarføring.Og vit hava heldur onga lóg um Brúkaravernd.
- Orsakað av hesum er brúkarin í villareiði. Hann stendur tí mangan óhjálpin, og er tí als ikki nøgdur við støðuna. Men hvat skal hann gera, tá hann onga lóg hevur at halda seg til?! Og hvagar skal hann fara?
Hetta var nakað av tí, sum kom fram á pallborðsfundi í ÍSF-húsinum í farnu viku har brúkaramál vóru viðgjørd á politiskum stigi við umboðum fyri allar flokkar á tingi.
StøðIð til fundin varð tikið úr eini frágreiðing um skipan av viðurskiftinum hjá brúkarunum í Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Hesi viðurskifti eru ymisk, men tað tykist sum um viljin til at gera okkurt munagott á hesum øki er til staðar.
Brúkarasamtakið skipaðI fyri fundinum, sum ikki taldist millum teir mest fjølmentu. Kortini kom nógv áhugavert fram, sum so líðandi fer at betra um umstøðurnar hjá føroyska brúkaranum.
Neyðugt við einum triðja parti
Í øðrum londum er felagsskapir hjá brúkarunum høgt í metum og verða nógv brúktir av fólki. Í Føroyum er ein ikki komin so langt enn.
Ein spurningurin, sum varð tikin fram á pallborðsfundinum var talið av klagum, ið kunnu koma fram. Eitt felag fyri brúkarar hevur verið virkið, og fekk tað okkurt árið einar 60 klagur frá ónøgdum brúkarum. Hesar klagur vóru ofta eftir eitt bilkeyp ella um viðurskifti mótvegis tryggingini.
Mangar av hesum klagum vóru komnar upp, tí at kundin og handilsmaðurin tosaðu framvið hvørjum øðrum og tí ikki skiltu, hvør trupulleikin var. Men tá so ein triði partur kom uppí fekk málið oftast eina skilagóða loysn.
Sum samfelagið er skipað í dag er neyðugt at tann einstaki brúkarin følir, at hann kann hava eina lóg at halda seg til, um so er at hann er ónøgdur við eina tænastu, vøru ella hvat tað skal vera. Greitt er, at er brúkarin nøgdur so er handilsmaðurin tað eisini. Spurningurin er bara, hvussu ein kemur fram til tað.
Fyri bert fáum árum síðani var tað so her á landi, at nógvir handlar vóru og at brúkarin kendi hann, sum handilin átti. Var talan um minni pláss so var bert tann eina handilin, og mangan var tað trupult hjá fólki at klaga, um tey vóru ónøgd við einhvørja tænastu: Samfelagið er jú lítið, og tað kundi meiri enn so henda seg at brúkarin var í familju við handilsmannin.
Kenna ikki eigaran
Í dag er støðan nógv broytt. Handlarnir eru vorðnir størri og talan er um færri eigarar. Haraftrat kemur, at tann einstaki brúkarin als ikki kennir hann, sum eigur handilin.
Eitt er tó ikki broytt, og tað er at handilsmaðurin ynskir at fáa kundar inn í handil sín. Hetta er tann altavgerandi spurningurin fyri handilsmannin. Og skal kundin halda áfram við at koma í sama handil, er neyðugt at veita honum eina góða tænastu.
Har hetta ikki røkkur er neyðugt við lóggávu, bæði tá talan er um marknaðarføring og um brúkaravernd. Hesum verður arbeitt við í løtuni, og tí er ikki óhugsandi at vit hava lógir fyri hesum áðrenn langt um líður. Tað skiltist, at Kappingarlógin er ávegis til víðari viðgerð í løgtinginum.
Eina føroyska lóg fyri føroyingar
Á fundinum varð nógv tosað um hesar lógir, ella tørvin á teimum.
Nevnt varð, at slíkar lógir finnast í grannalondum okkara, men at vit ikki enn eru komin so langt á hesum økinum. Hinvegin so kann hetta drálið vísa seg sum ein fyrimun. Møguleiki er nú at gera okkara egnu og føroysku lóg á hesum økinum, har vit so fáa høvið at taka tað besta út úr lógunum í øðrum londum.
Okkurt fer helst at henda á hesum økinum, tí umboðini fyri samgonguna vístu fleiri ferðir til samgonguskjalið, har staðfest er at ein Brúkaralóg skal setast í verk í Føroyum.