Føroyski dansurin á veg fram

Tað staðfesti Rasmus Joensen, formaður í Sláið Ring, á pallborðsfundi í Miðlahúsinum í gjárkvøldið. Fundurin, við heitinum »Brúðardansur og Brúdleypssiðir«, savnaði út við hundrað fólk

Fyri trimum árum síðani skrivaði Sláið Ring, landsfelagið hjá dansifeløgunum í Føroyum, út eina kapping um at yrkja eina nýggja brúðarvísu. Inn komu átta vísur, men eingin varð mett nóg góð til at vinna tær 50.000 krónurnar, ið vóru virðisløn fyri vinnandi vísuna.
Landsfelagið hevur tó ikki slept tema’inum, og soleiðis framvegis áhugað í at yrkt verður ein nýggj brúðarvísa.
Í gjárkvøldið skipaði landsfelagið so fyri einum pallborðsfundi í Miðlahúsinum, har evnið var brúðardansur og brúdleypssiðir. Við pallborðið sótu Magnus Magnussen, ið er vanur at skipa fyri borðhaldum, Theodor E. D. Olsen, prestur, Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, og Rasmus Joensen, formaður í Sláið Ring.
Magnus Magnussen legði fyri og hugleiddi um brúdleypsborðhald og teir siðir, ið eru knýttir at hesum. Sjálvur er hann eisini kvøðari og hevur skipað manga brúðarvísuna, og tí nam hann eisini við hendan partin av brúðarveitsluni.
Hann helt seg mest til føroysku brúðarvísuna, »Várharra hann segði«, og metti út frá royndum, at frægast var ikki bæði at skipa fyri borðhaldi og at skipa brúðarvísuna.
- Gongur borðhaldið væl, er tú uppi at koyra av tí og fær illa konsentrera teg um brúðarvísuna aftaná, og gongur borðhaldið hinvegin illa, ávirkar tað ofta so nógv, at man hevur hug at gloyma raðfylgjuna í brúðarvísuni, segði hann.
Hetta skal sjálvandi takast við fyrivarni, men meiningin er greið.

Traditiónir broytast
Viðvíkjandi trupulleikanum við, at tað eru ov fá, ið duga at kvøða við í brúðarvísuni helt hann, at hetta í stóran mun er tengt saman við, hvørja útbúgving fólk hava.
- Í einum góðum dansiumhvørvi er útbúvingin ikki so avgerandi, tí har duga fólk vanliga brúðarvísuna. Men eru fólk ikki von við eitt gott dansiumhvørvi, verða tað ofta akademikararnir, ið læra seg brúðarvísuna til høvið, segði Magnus Magnussen.
Hann kom eisini inn á stóra týdningin, ið hølini hava fyri brúðardansin.
- Eru hølini stór og aukustikkurin ringur, er ógjørligt at fáa dansin at ganga, staðfesti Magnus Magnussen.
Theodor E. D. Olsen, prestur, hugleiddi um meiri andaliga partin av brúdleypinum. Hann segði, at í einum brúdleypi krossast tað heilaga við tí verðsliga, og soleiðis eigur at vera.
- Traditiónirnar broytast við tíðini, og í dag er trendurin tann, at fólk giftast fyrr og fyrr upp á dagin. Tað er ikki óvanligt, at fólk giftast klokkan níggju fyrrapart fyri síðani at fara av landinum á brúdleypsferð, segði Theodor Olsen.
Eisini vindur tað meiri og meiri upp á seg, at fólk giftast til dømis klokkan 11 og hava síðani ein døgurða fyri teimum nærmastu.
Hann kom inn á upprunan til føroysku brúðarvísuna, »Várharra hann segði«, og greiddi frá, at Fuglaframi skrivaði út eina kapping um at skriva eina føroyska brúðarvísu í 1898. Eins og nú var eingin tá hildin at verða nóg góð, men Sverri Patursson eggjaði J. P. Gregoriussen, ið er yrkjarin til føroysku brúðarvísuna, til ikki at seta ljós sítt undir eina skjeppu.
Føroyska brúðarvísan bleiv so kvøðin á fyrsta sinni í 1901.

Millum brúðarparið
Theodor Olsen segði eisini, at andaliga dimensiónin kom inn í brúdleypsveitsluna við brúðarvísuni.
Hann greiddi eisini frá sínum upplivingum í sambandi við brúðardans og kundi fortelja, at hann bæði hevði upplivað at verið kveistraður burtur frá brúðrini í brúðardansi og at verða tikin upp í millum brúður og brúðgóm.
Næstur í røðini var Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, sum hevði eitt sera skemtiligt innlegg.
Hann greiddi frá, at brúdleypssiðirnir eru broyttir nógv gjøgnum tíðirnar.
- Kærleikin hevur altíð verið har, men tað hevur ikki altíð verið kærleikin, ið var avgerandi fyri, hvør giftist hvørjum, segði Jóan Pauli Joensen.
Tað er kent, at summar bygdir vóru sonevndar nýggjársbygdir, meðan aðrar vóru jólabygdir. Tað merkti stutt sagt, at fólk hittust í hesum bygdum til dans á jólum ella á nýggjárinum.
- Hetta var heilt einfalt fyri at fólk skuldu hittast og finna sær maka. Fyrr var tað ein óskrivað lóg, at trímenningar ikki máttu giftast, og tí var hetta ein neyðugur siður, at fólk hittust á henda hátt, segði Jóan Pauli Joensen.
Hann samanbar hesi dansikvøldini við eitt nú ungdómslegurnar, ið nú verða hildnar á Zarepta.

Skapt soleiðis
Hann greiddi eisini frá, at fyrr í tíðini niður gjøgnum alt Europa var ikki vanligt við vígslubrævi, og tí var einasta trygd fyri, at pør vórðu gift, at fólk mintust hátíðarhaldið.
- Tað var tí, tað var so neyðugt við brúðarfólki. Brúðarparið gekk í skrúgongu gjøgnum bygdina fyri at fólk skuldu minnast hetta og á tann hátt kundu vátta, at fólk veruliga vóru gift, segði Jóan Pauli Joensen.
Rektarin á Fróðskaparsetrinum dugdi sera væl at greiða frá, og kryddraði sítt innslag við skemtiligum søgum.
Hann greiddi frá brúðgómi, sum brúdleypsnáttina hevði goymt sær eina fløsku av góðum cognac niður við seingina, men nú hann skal tørna inn, sær hann, at fløskan er drukkin niður um hálsin.
»For ólukkan, letur í honum, her hevur onkur verið áðrenn«
»Nei, nei, sigur brúðurin í seingini, soleiðis eru vit konufólk skapt í okkara familju«.
Brúðardansurin hevur eisini altíð verið sera heilagur, so heilagur, at hann saktans kundi dansast í føstu, og fólki, ið bar sorg, var eisini loyvt at dansa uppi í brúðardansinum.
Jóan Pauli Joesen rundaði av við at greiða frá, at talur við brúdleypsborðið er nýtt fyribrigdi, og kundi vera bæði gott og ringt. Hann fortaldi um tann eina pápan til brúðrina, ið avgjørt ikki var nakar røðari, men sum kortini mátti reisa seg upp við brúdleypsborðið. Talan var stutt:
»Mín góða dóttir, eg vóni, at tú verður betri við tín mann, enn mamma tín hevur verið við meg«.

Hugaligt kjak
At enda var tað so formaðurin í Sláið Ring, Rasmus Joensen, ið fekk orðið. Hann kom ikki óvæntað inn á royndirnar at finna fram til eina nýggja brúðarvísu, og greiddi eisini eitt sindur frá samstarvinum við Kringvarpið í vetur.
Hann helt, at fólk yvirhøvur hava lítlan kunnleika til brúðardansin og ta tign, hann hevur, og tí hava tey ikki somu meining um dansin, sum skipari og brúðarpar hava.
- At brúðarvísan tá er long og ongan enda tykist fáa, fær fólk til at kenna eina negativa kenslu til brúðardans og føroyskan dans yvirhøvur, segði Rasmus Joensen.
Formaðurin kom eisini inn á tey praktisku tingini í sambandi við brúðardans. Eitt nú traditiónina, at ikki verður skonkt í ringinum, meðan brúðarvísan verður kvøðin.
- Nakað annað, sum er ómetaliga forstýrandi, er, um barrin letur upp, áðrenn brúðardansin, tí tá verður ofta málageipan rundan um har, og hetta hevur ofta lyndi at køva vísuna, segði Rasmus Joensen.
Hinvegin metti hann, at føroyski dansurin í løtuni er á veg uppeftir, og tað er í hvussu er nakað at frøast um.
Eftir tey fýra innleggini var kjak, og hetta gjørdist bæði drúgv og lívligt. Nógva umrøðu fekk kirkjan í brúdleypshøpi, og umrøtt varð, hvørt tað mundi verða sømiligt, at dansa og kvøða brúðarvísuna í kirkju ella missiónshúsi.
Eisini spurningurin um nýggja brúðarvísu fekk drúgva umrøðu. So drúgt gjørdist kjakið, at tiltakið gjørdist væl drúgvari enn væntað.
Kvøldið endaði við, at farið var upp á gólv. Tikin vóru tíggju ørindi av ávikavist donsku brúðarvísuni, teirri føroysku og av Harra Pætur og Elinborg.