Annar hvør mjólkapakki, sum verður drukkin í Danmark, er vistfrøðilig mjólk. So langt eru vit ikki komin í Føroyum, tí enn er eingin bóndagarður, ið burturav er vistfrøðiligur.
- Tað letur ikki til, at vistfrøðiliga rákið rættiliga hevur rakt við Føroyar, í øllum førum ikki við framleiðararnar. Men nógv bendir á, at tað verður ikki leingi til so verður, tí okkara landbúnaður er næstan vistfrøðiligur. Samanbera vit eitt føroyskt landbrúk við eitt danskt brúkar tað danska nógvar ferðir meiri handilstøð, kemisk evni og heilivág enn eitt føroyskt. Stórur partur av handilstøðnum, ið verður brúkt í Føroyum, regnar burtur. Sum eg havi skilt er bert eitt slag av korni í blandingini av kraftfóðri ikki vistfrøðiligt. Helmingurin av føroyska landbúnaðinum er seyðakjøt og har vantar heilt øgiliga lítið í, at vit kunnu kalla seyðahaldið fyri at vera vistfrøðiligt. Mær vitandi fær seyðurin bert eitt slag av heilivági. Lombini fáa einki kraftfóður, so tey eru heilt uttan ávirkan av øðrum eftir náttúruni. Tí kunnu vit siga, at føroyski landbúnaðurin er heilt tætt uppá at vera vistfrøðiligur og at vit nærkast alla tíðina, sigur Eirikur Thorvaldsson, stjóri í Meginfelag Búnaðarmanna MBM.
Donsku reglurnar
ov linar
Føroyingar, íslendingar og grønlendingar eru í holt við eina samstarvsverkætlan um at fáa eina skrivstovu, ið vegleiðir innan vistfrøði.
- Verkætlanin gongur út uppá, at hesi trý londini fáa eitt eftirlit og eina lóggilding av matvøru, sum er vistfrøðilig. Hetta samstarvið er avgjørt eitt framstig fram ímóti eini betri framleiðslu, sigur Eirikur Thorvaldsson.
Stjórin á MBM ivast í, um vistfrøðiliga vøran, ið danir framleiða og selja, av røttum er vistfrøðilig.
- Reglurnar, ið verðar settar framleiðarunum, eru alt ov linar og alt ov nógv undantøk kunnu gerast.
Fyri tveimum árum síðani kravdi stjórin í MBM eina váttan frá øllum útvegarum av seyða- og neytafóðri, um at einki genspleysað verður nýtt í fóðrinum.
- Vit hava fingið váttanina, men vit hava ongan møguleika at kanna hana eftir um hon er røtt, sigur Eirikur Thorvaldsson.
Vit sakna
eina útmelding
Meginfelag Búnaðarmanna hevur ikki einkarætt at selja mjólk í Føroyum. Virkið hevur alt ES at kappast við, men meginparturin av mjólkini og mjólkarúrdráttunum, ið verða seld í føroysku handlunum, er føroyskt.
Stúra tit ikki fyri, at fólk heldur vilja keypa danska mjólk um tey vilja hava vistfrøðiliga mjólk?
- Tað kann henda, men MBM er ikki framleiðari av mjólk. Vit taka ímóti mjólkini frá bóndunum. Í Danmark hava vit sæð, at tað eru bóndurnir sjálvur, ið eru farnir undir vistfrøðiliga framleiðslu. Um føroysku landbrúkini skulu leggja um til vistfrøðiliga framleiðslu má tað koma sum eitt trýst frá brúkaranum ella sum eitt stig frá almennari síðu.
- Spurningurin er, um vit kunnu eggja bóndur til at gera royndir í vistfrøðiliga framleiðslu. Á aðalfundunum hjá MBM seinnu árini hava vit havt fyrilestrar um vistfrøðiliga framleiðslu, og vit royna frá okkara síðu at upplýsa og eggja. Fer ein bóndi undir vistfrøðiliga framleiðslu av mjólk kann hann selja beinleiðis. Í botn og grund snýr hetta seg um, um tað loysir seg fíggjarliga at fara undir slíka framleiðslu. Í Føroyum klára nógv landbrúk seg akkurát og bóndur tora tí ikki eins væl at fara undir óvissar royndir sum bóndur aðra staðni, ið fáa nógvan stuðul frá tí almenna.
- Vit sakna eina útmelding frá tí almenna og ikki minst ein miðvísan brúkara- og landbúnaðarpolitikk. Hinvegin dugi eg at síggja, at tað verður trupult hjá okkum at framleiða vistfrøðiligar mjólkarúrdráttir í lítlum nøgdum, tí er sølugrundarlagið ikki har, loysir tað seg heilt einfalt ikki, sigur Eirikur Thorvaldsson.