Nógvir føroyskir fiskimenn sigla ólógliga
Tað staðfestir Fiskiveiðieftirlitið
Eftirlitið sigur, at í ár hava tey staðfest 260 brot á reglurnar um mynstring.
- Her er talan um manglandi trygdarskeið, heilsuprógv ella vinnubræv.
Fiskiveiðieftirlitið kannar eisini mynstringar, tá skip annars verða kannað á fiskifeltunum, og eisini tær mynstringar, sum beinleiðis verða sendar til skrivstovuna.
- Tað vísir seg alt ov ofta at skip fara úr havn við manning, sum ikki lýkur førleikakrøvini, sigur Fiskiveiðieftirlitið.
Fiskiveiðieftirlitið fer tí í vetur undir eitt átak at kanna skip tá mynstra verður, fyri at tryggja at manningarnar lúka lógarinnar krøv til førleika áðrenn loyst verður.