3. mai var "pressefrihedens dag", og mintust og hátíðarhildu fjølmiðlar kring heimin pressufrælsið. Í hesum sambandi varpaðu einstakir danskir fjølmiðlar ljós á spurningin um reella pressufrælsið í vesturheiminum. Spurnartekin verða sett við, um fjølmiðlavirksemið í praksis altíð kann metast sum frítt og óheft. Fíggjarliga og politiska tilknýtið millum fjølmiðlar og onnur áhugamál seta mangan pressufrælsið í vanda, og í hesum sambandi seta vit føroyska fjølmiðlaheimin undir sjóneyku. Trúvirði, objektivitetur og óheftni eru fortreytir fyri einum vælvirkandi fjølmiðlaheimi, men tíverri tykist ov ofta leka millum teori og praksis.
Politiska trýstið í USA
Hyggja vit í fyrstu atløgu at flísini í eygum næstra okkara og burtur frá bjálkanum í okkara egna, er USA eitt gott dømi um ein fjølmiðlaheim, sum støðugt er undir politiskum trýsti frá myndugleikanum. Greitt tilknýti er millum stjórn, andstøðu og ymsu miðlarnar, og í ein mun noyðast samfelagsins varðhundar at tillaga og enntá boyggja seg fyri trýstinum hinumegin borðið.
M.a. vísir Jyllandsposturin 3. mai á, at dømini seinastu dagarnar hava verið sjónlig. Myndirnar av misnýttu amerikumonnum í Fallujah, myndirnar av kistunum við falnum amerikanskum hermonnum og reportagan um irakisku krígsfangarnar, sum vórðu illa viðfarnir av amerikumonnum, vórðu bert víst í sera avmarkaðum tali í USA. Eitt av størstu bløðunum, New York Post, var millum seinastu bløðini at prenta avdúkandi myndirnar, "møguliga" tí blaðstjórin hevur beinleiðis tilknýti til republikanska flokkin og Bush-stjórnina. Valdsharrarnir halda við øðrum orðum fast um halan á fólkaræðisins vakthundum og avgera, hvaðar hundarnir sleppa at renna. Klassiska eygleiðingin er, at sannleikin er fyrsta ofrið í einum og hvørjum stríði ? eisini tí politiska.
Í okkara lítla føroyska samfelagi er spurningurin, hvussu óheftir og frælsir føroysku fjølmiðlarnir eru, og um pressan veruliga røkir uppgávuna sum fólksins rødd, garantur og verji fyri fólkaræðið. Spurnartekin verða í hesi grein sett við, um føroyska pressan er óheft av politiskum, fíggjarligum og øðrum áhugamálum, og hvørjar avleiðingarnar eru fyri trúvirðið, sum í øllum tíðindaflutningi er berandi fundamentið.
Undirstrikast skal, at lýsingarnar av føroyska fjølmiðlaheiminum, vit í hesi grein gera, er als einki álop ella ákæra á nakran persón, men heldur á skipanina ella vantandi skipanina, føroyski fjølmiðlaheimurin virkar undir.
Føroysku bløðini í politiskum lummum
Blaðheimurin í Føroyum hevur djúpar søguligar røtur í politiskum áhugamálum og flokkum, og pressufrælsið, objektiviteturin og trúvirðið, eru tí av álvara í vanda.
Eigarin av Sosialinum, Føroya Javnaðarflokkur, er berandi stjórnarflokkurin í Føroyum. Tískil kann vanligi lesarin freistast at spyrja, um frítt kann veljast, hvat skal skrivast og ikki, tá eitt tíðindablað er heft at ovastu leiðslu landsins. Ognarviðurskiftini kring Sosialin seta tí trúvirðið um objektivitet og pressufrælsið í vanda. Hetta hóast blaðið - eisini fíggjarliga - arbeiðir óheft av Føroya Javnaðarflokki.
Síðani er tað Fregnir, sum hevur sínar røtur í Tjóðveldisflokkinum. Skribentar á blaðnum eru virknir limir í Tjóðveldisflokkinum, eins og støðan er á Sosialinum og fleiri politiskum flokkum, og partaeigarar á Fregnum hava beinleiðis tilknýti til flokkin.
Dimmalætting hevur orðað eitt skjal, har blaðið verður lýst at vera óheft, og er hetta stig eitt stórt fet rætta vegin í royndunum at seta pressufrælsið og trúvirðið í hásætið. Men eisini her kunnu spurnartekin setast við m.a. ognarviðurskiftini kring blaðið. Blaðstjórin, sum eisini javnan skrivar, er virkin býráðspolitikari fyri Sambandsflokkin, og nevndarlimur og høvuðspartaeigari í blaðnum hevur í fleiri ár verið formaður í landsins størsta flokki, Sambandsflokkinum. Øll hesi viðurskifti eru meiri ella minni alment kend millum manna, men vit kunnu ikki venda deyva oyranum og blinda eyganum til ta sannroynd, at føroyski blaðheimurin ikki livir upp til áðurnevndu ideal.
Ikki tí, at hesi politisku og fíggjarligu bindindi avgera dagliga tíðindaflutningin, men tí lesarin hevur orsøk at spyrja um objektivitetin, tá t.d. politikarar við tilknýti til bløðini verða viðgjørdir av somu bløðum. Trupulleikin er ikki, um viðgerin er objektiv ella ikki, men at lesarin hevur orsøk at hava bakhugsanir og seta spurnartekin. Føroyski borgarin kann spyrja, hvussu bløðini skulu hava objektivt eftirlit við politiska myndugleikanum, tá politisku flokkarnir meira ella minni eiga bløðini. Hvørja trygd hevur borgarin fyri, at tað eru hansara áhugamál, bløðini verja og borðreiða við? Tað er sjálvsagt, at trúvirðið er í vanda, tá ognarviðurskiftini eru, sum tey eru. Ivamál um pressuna sum fólksins rødd mótvegis myndugleikunum og skipanini er tí ein náttúrlig avleiðing.
Í hesum sambandi er talan hóast alt um privat virksemi, sum ikki verður fíggjað við almennum skattapeningi. Leiðslur og eigarar avgera sjálvi, hvussu bygnaðurin kring bløðini skal skipast.
Ivasom ÚF leiðsla
So eigur støðan at vera øðrvísi við Sjónvarpi og Útvarpi Føroya, tí hesir almennu stovnar verða fíggjaðir við skattapeningi úr lummum borgarans. Men kring loftmiðlarnar kann eisini spurnartekin setast við, hvørt reella pressufrælsið verður raðfest ella ikki.
Sjálvur stjórin í Útvarpi Føroya er nevndarlimur í størsta aktørinum í føroyska fíggjarheiminum, Føroya Banka. Programmleiðarin í sama stovni er fyrrverandi løgtingslimur og núverandi býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin, og stillaði hann eisini upp fyri sama flokk seinasta val í februar 2004. Og til seinast er tíðindaleiðari útvarpsins fyrrverandi formaður og núverandi limur í Suðurstreymoya Javnaðarfelag. Ein leiðsla, sum er alt annað enn óheft av politiskum og fíggjarligum áhugamálum. Sum víst verður á í samrøðu á næstu síðunum hevði tað t.d. ikki komið fyri, at stjórin á Danmark Radio var nevndarlimur í Danske Bank, at programmleiðarin var politikari í Venstre, og at tíðindaleiðarin hevði tilknýti til Socialdemokratiska flokkin. Hetta hóast líknandi lýti eisini eru at síggja í Danmark.
Sjónvarp Føroya hevur seinastu tíðina verið í andglettinum við hvøssum ákærum um tíðindaframleiðslu til frama fyri Tjóðveldisflokkin. Ikki minst orsakað av nógv umstríddu bókini "Skjót journalistin" eftir sjónvarpsmonnunum Grækarisi D. Magnussen og Øssuri Winthereig, og ákærurnar komu frá Fólkaflokkinum, sum mátti leggja kongin av somu bók.
Men meðan ognarviðurskifti og onnur áhugamál kring áðurnevndu miðlar eru faktuellar sannroyndir, er talan í SVF í størri mun um illgitingar og ákærur, sum ikki kunnu prógvast. Gamaní er journalistur í SVF virkin í Tjóðveldisflokkinum og sleppur at luttaka í tíðindasendingunum, eins og fleiri skribentar á t.d. Sosialinum vóru valevni fyri ymsar flokkar í januar, men viðvíkjandi SVF er talan ikki um leiðslu- ella ognarviðurskifti, sum opinlýst eru bundin at ávísum áhugamálum.
Pressufrælsið
Við støði í hesum faktuellu sannroyndum kunnu vit róliga spyrja, um lesarar, lurtarar og møguliga eisini hyggjarar kunnu vera vísir í, at fjølmiðlarnir umboða teirra áhugamál á ein objektivan og óheftan hátt, har trúvirðið er í fremstu røð. Vit kunnu spyrja, um veruligt pressufrælsi valdar í Føroyum, tá fíggjarlig og politisk áhugamál og bindingar áhaldandi spøkja handan tíðindaframleiðsluna.
Við áðurnevndu viðurskiftum í føroyska fjølmiðlaheiminum er svarið sjálvsagt: Vit hava ikki eina nóg óhefta pressu í Føroyum, tí føroya fólk kunnu ikki vera vís í, at etiskur fjølmiðlasiður verður settur í hásætið, tá mál verða vald og viðgjørd. Hetta er syrgiliga niðurstøðan og staðfestingin, samstundis sum "pressefrihedens dag" 3. mai verður mintur og hátíðarhildin kring heimin.
Her verður als ikki sagt, at lesarin til eina og hvørja tíð væntar sær politiska propaganda, men trupulleikin er, at instinktivur og spontanur mistanki, bakhugsanirnar, ivi og illgitingarnar heilt náttúrliga standast, tá lesarin sær Torbjørn Jacobsen í Fregnum, Jóannes Eidesgaard í Sosialinum ella Lisbeth L. Petersen í Dimmu.
Fjølmiðlarnir skapa og tilevna í stóran mun okkara heimsfatan. Ein vælvirkandi fjølmiðlaheimur skal verða ein trygd og vernd fyri fólkaræði, ein samfelagsins varðhundur, sum á sakligan og perspektiverandi hátt upplýsir, viðger, kannar og gravar uttan nakað sum helst tilknýti til fíggjarlig ella politisk áhugamál.
Tá okkara fjølmiðlar við støði í undanfarnu rundferð ikki lúka áðurnevndu treytir, er talan um eina skaðiliga støðu. Undanførslurnar um, at føroysku forholdini eru so smá við bert 45.000 íbúgvum, kunnu ikki nýtast, tí tað er ikki neyðugt og kann ongantíð rættvísgerast, at umboð í fjølmiðlaleiðslum eru virkin ella tengd at politiskum og fíggjarligum áhugamálum. Virðingin fyri leiðslusessinum í fjølmiðlaheiminum skuldi verið størri, og núverandi støða skuldi als ikki verið íkomin.
Nýggir karmar
Tí hevur føroyski fjølmiðlaheimurin brúk fyri nýggjum dimensiónum, fyrst og fremst við broyttari siðvenju og hugburðsbroytingum til frama fyri trúvirðið. Blaðmaðurin Uni Arge hevur áður víst á m.a. hetta í grein í Fregnum, har hann metir føroyska fjølmiðlavígvøllin vera eyðkendan av lógloysi uttan ásettar normar og reglur.
Framvegis verður bíðað eftir eini føroyskari fjølmiðlaábyrgdarlóg, sum øll onnur framkomin lond hava, og við hesum fylgir eitt pressuetiskt ráð, sum skal tryggja góðan fjølmiðlasið. Hetta hevði í øllum førum verið ein byrjan í royndunum at ganga áðurnevndu krøvum á møti, henda grein hevur umtalað. Við hesum høvdu karmar verðið skaptir fyri einum nýggjum fjølmiðlaumhvørvi, har tað, vit í dag síggja, møguliga hevði verið avmarkað ella als ikki loyvt.
Umframt hetta er tørvur á einum millumliði millum landsstýrismannin í mentamálum og loftmiðlastjórarnar, tí í løtuni eru loftmiðlastjórarnir næstir í hierarkinum eftir landsstýrismannin. Nýggj kringvarpsnevnd sum millumlið millum landsstýrismann og loftmiðlastjórar tryggjar objektivitet viðvíkjandi tíðindaflutningi mótvegis mentamálaráðnum og hinvegin viðvíkjandi politiskum avgerðum um fjølmiðlastovnar. Men uttan millumliðin er aftur orsøk hjá lurtara og hyggjara at ivast, um nærleikin millum landsstýrismann og stjórar ávirkar tíðindaflutningin.
Niðurstøðan er, at sjónlig sjúkutekin valda í føroyska fjølmiðlaheiminum, og at økið hevur brúk fyri grundleggjandi endurskoðanum og broytingum, áðrenn vit kunnu kalla okkum eina tjóð við reellum pressufrælsi.