tíðindaskriv
Tónleikasamtakið GRÓT hevur úr at gera hetta vikuskiftið og alt kann á ein ella annan hátt setast í samband við komandi Prix Føroyar kappingina. Samstundis sum tiltakið "SKRÆPA 2005" verður í Gøtu leygardagin fyri teimum bólkum, ið ikki vunnu sær pláss í prixkappingini hesuferð, so sendir tónleikasamtakið tvinnar bólkar til íslands harav annar er partur av Prixvinnarabólkinum 2003 og hin júst hevur vunnið sær pláss í kappingini fyri 2005. Thrashrokkararnir Sic, sum spældu eina frálíka konsert á G! 2004 og sum júst hava vunnið sær pláss millum luttakararnar til ársins fyrsta prix umfar er nevniliga annar bólkurin. Afturat teimum eru teir báðir Ólavur og Torfinnur Jákupson, kendir sum ávikavist forsangari og forguitaristur í Gestir, eisini bodnir við til Íslands.
Ólavur og Torfinnur spæla leygarkvøldið kl 19.55 og Sic trína pallin leygarkvøldið kl 22.05.
Vitjanin til Vestmannaoyggjarnar er komið í lag við at tveir bólkar har frá vóru og vitjaðu á G! Festival 2004, Hoffmann og Hafdís, og við teimum ein av fyriskiparunum av tiltakinum Allra Veðra Vón, Óðinn Hilminsson. Hesin hevur so bjóða tveimum bólkum við tilknýti til GRÓTumhvørvið yvir til Íslands at framføra. Gøta og Vestmannaoyggjar eru vinarbýir og kommunurnar báðar stuðla uppundir samband og samskifti millum støðini bæði. Sostatt er stuðul fingin frá Gøtu Kommunu og GRÓT til at senda bólkarnar yvir. Saman við tónleikarunum fer eisini Jón Tyril sum umboð fyri GRÓT og G! Festival.