Um vikuskiftið verður stór árlig listastevna í Herning. Talan er um ein hálvárliga stevnu, sum skiftir millum Herning og Keypmannahavn.
Fimm føroyskir listamenn verða við á stevnuni í Herning, og teir eru Amariel Norðoy, Øssur Mohr, Eyðun av Reyni, Kári Svensson og Hanni Bjartalíð
Tað er eitt felag við donskum gallaríum, sum stendur fyri framsýningini, og fleiri enn 100 gallarí eru við. Flestu teirra eru donsk, men okkurt er eisini úr Svøríki.
Hjá ymsum útstillarum
Gallaríini hava egnan bás, har tey so sýna fram nakrar listamenn, sum tey vilja hava við.
Amariel og Øssur stilla út hjá Skt. Gertrud, Hanni og Kári hjá Galleri Rasmus og Eyðun hjá Galleri Torso.
Í fjør vitjaðu eini 15.000 fólk á stevnuni í Herning, og fólk keypa nógva lista hesar dagarnar, tá stevnan er.
Art Kunstmesse í Herning letur upp fríggjadagin og er opin til sunnudagin.