Nýggj gallupkanning vísir, at menn í størri mun enn kvinnur tóku boðskapin til sín í átakinum, Vel røttu síðuna, hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd og Trygd. Somuleiðis er talið av fólki ið halda hámarksferðina hækkað mest hjá teimum við hægstu og lægstu inntøkunum.
Í juni høvdu Ráðið fyri Ferðslutrygd og Trygd eitt átak, Vel røttu síðuna, har endamálið var at at fáa vaksandi part av føroyingum at halda hámarksferðina og gerast tilvitaðir um vandan í at koyra ov skjótt á vegi har hámarksferðin er 80 km/t. Í átakinum varð greitt frá, at ferðin bert skal eitt vet upp um hámarkið, fyri at vandin fyri at doyggja økist munandi.
Tvær gallupkanningar eru gjørdar í sambandi við átakið, tann fyrra í apríl og tann seinna í juni, beint aftan á átakið, fyri at fáa eina ábending um, í hvønn mun hugburður føroysku bilførara var broyttur eftir átakið.
Fleiri halda hámarksferðina
Samanumtikið vísa tølini, at átakið gjørdi mun. Fleiri siga seg halda hámarksferðina á 80 km/t enn áðrenn átakið. Spurd, hvussu skjótt tey vanliga koyra á vegi við hámarksferð á 80 km/t er parturin, sum siga seg koyra 80 km/t ella lægri vaksin úr 32 upp í 36%. Tey sum koyra 90 og 100 eru minkað úr ávikavist 55 niður í 51% og 10 niður í 9%. Áhugavert er, at samstundis siga 43%, at 80 km/t ella lægri er hóskandi ferð og 43% at 90 km/t er hóskandi hámarksferð. Tað er ein munandi partur, sum viðgongur seg at koyra skjótari, enn tey sjálvi halda vera hóskandi.
Menn hava tikið boðskappin væl til sín
Menninir hava í stóran mun tikið boðskapin til eftirtektar á 80 km vegi: Parturin ið koyrir 80 ella lægri er vaksin úr 29 upp í 36%, sum er líka stórur partur sum kvinnur. Parturin av monnum ið koyrir 90 er minkaður úr 57 niður í 49%, eins og teir, ið koyra 100 er minkaður úr 13 niður í 12%. Hetta er sera nøktandi. Ein tilsvarandi vøkstur í at halda hámarksferðina sæst tíverri ikki hjá kvinnunum. Parturin av kvinnum, sum halda ferðmarkið á 80 km/t er óbroyttur 36%. Kvinnurnar koyra eisini framvegis ov skjótt, tvs tær sum siga seg koyra 90 er óbroyttur 54% eftir átakið. Átakið hevur sostatt í munandi størri mát ávirkað menn enn kvinnur. Støðumyndin vísir, at parturin av monnum í sama mun sum kvinnur halda hámarksferðina, nevniliga við 36%, men at kvinnur í størri mun enn menn koyra 90.
Hægstu og lægstu inntøkurnar hava lurtað
Hyggja vit at inntøkubýtinum, vísir seg, at hægstu og lægstu inntøkurnar hava tikið best ímóti boðskapinum, meðan miðalinntøkurnar 251-600.000 í lítlan mun hava sett ferðina niður á 80 km/t-vegi. Parturin av teimum við lægru inntøkunum sum halda hámarksferðina á 80 er vaksin úr 57 upp í 71%, tvs 14%-stig, meðan parturin av teimum við hægstu inntøkum vuksu úr 13 heilt upp í 29%, tvs 16%-stig fleiri. Samstundis er parturin av bilførarum við hægstu inntøkum, sum koyra 90 km/t minkaður úr 70 niður í 56%, samanborið við eina minking hjá lægstu inntøkunum úr 31 niður í 15%. Hetta er serstakliga gott úrslit og vísir eina heilt ítøkiliga broytta atferð. Meðan átakið koyrdi, gjørdu fjølmiðlar fitt burtur úr, at tað vóru bilførarar við høgum inntøkum, sum í størstan mun koyrdu ov skjótt. Spurningur var millum annað settur við, hvørt ferðbøtur skuldu inntøkutillagast. Hvørt hetta hevur ávirkað hugburðin er ilt at meta um.
Tey eldru og tey 25-39 ára gomlu sett ferðina niður
Yngru aldursbólkarnir eru framvegis teir, sum í minstan mun halda hámarksferðina á 80 km-vegi. Bert umleið 5. hvør 18-49 ára gamal sigur seg vanliga koyra 80 km/t í juni, sum eisini sást í april. Fólk í 50unum hava tó lyft fótin munandi av speedaranum, við tað at parturin sum vanliga koyri 80 km/t er vaksin úr 25 upp í 44%. Fólk 60 ár og eldri vóru í apríl nógv best til at halda hámarskferðina við 63%, og hesin parturin vaks heilt upp í 72% í juni. Parturin av teim yngstu 18-24 ár sum koyra 90 er vaksin munandi í tíðarskeiðnum. 56% søgdu seg vanliga koyra 90 á 80 km-vegi í apríl, meðan heili 75% søgdu seg gera tað í juni. Tó er parturin av teimum, ið koyra 100 km/t í sama tíðarskeiði minkaður úr 16 niður í 6%. Fyrivani skal takast fyri hesum aldursbólki, við tað at hann er lutfalsliga lítil (bert 6 ár fra 18-24). Tey 25-39 ára gomlu sum er ein rættiliga stórur bólkur - hava tikið boðskapin til sín; her vísir seg, at tey, sum halda hámarksferðina á 80 km-vegi er vaksin úr 18 upp í 23%, meðan tey, sum koyra 90 eru minkað úr 62 niður í 52%. Lìkt er til, at samlaði parturin av teimum sum vanliga koyra 110 er minkaður, tó eru tølini her smá, so tølini skulu takast við fyrivarni.
Norðstreymoyingar og eysturingar koyra í mestan mun ov skjótt
Fólk við bústaði í Suðuroy, Norðoyggjum og Vágum halda í mestan mun ferðmarkið á 80 km/t, við tað at 44-45% í hesum landspørtum siga seg koyra 80 km/t ella lægri á vegum við hesi hámarksferð. Minstu partarnar ið siga seg koyra 80 ella minni finna vit í Eysturoy og Norðstreymoy við 28%, tvs færri enn 3. hvør heldur hámarksferðina. Hyggja vit at teimum, ið koyra 90 km/t liggja norðstreymoyingar klárt á odda við 66%. Leggja vit virðini saman í bólkunum, sum svara 90 og 100 km/t, er greitt, at norðstreymoyingar og eysturoyingar liggja greitt á odda at koyra ov skjótt, við tað at ávíkavist 72 og 71% svara at tey vanliga koyra 90 og 100 km/t har hámarksferðin er 80 km/t. Við tað at talið av fólki í Sandoynni er lutfalsliga lágt, skulu virði fyri Sandoynna takast við fyrivarni, men greitt er, at 11% í Sandoy siga seg vanliga koyra 110 km/t ella skjótari. Eingir aðrir landspartar eru umboðaðir í hesum bólki. Samlað siga 65% av sandoyingum seg vanliga koyra skjótari enn 80 km/t á vegum við hesi hámarksferð.
Hert politieftirlit fær fólk at halda ferðina
Spurd, hvat er besti hátturin at fáa fólk at halda hámarksferðina á 80 km/t, svara
Føroyingar, at meiri politieftirlit er besti hátturin at fáa tey at halda hámarksferðina, hetta svara 25%. 22% svara sjálvvirkandi eftirlit, har mynd veður tikin av bilførara. 20% vísa til hægri ferðbøtur.
Hugburður til ferð á 50 km/t-vegi ikki batnaður
Vanarnir hjá fólki um at seta ferð niður á 50 km/t-vegum er tíverri ikki batnaður. Gallupkanningin vísir, at áðrenn átakið vóru 65%, sum søgdu seg koyra 50 km/t ella minni á 50 km-vegi, meðan parturin tíverri var minkaður niður í 59% í juni. Í átakinum var boðskapurin økti vandin at doyggja á 80 km/t-vegum, tá ein koyrir ov skjótt. Fokus á 80 km-veg varð valt, tí tað er har flest álvarsligar vanlukkur við deyða henda.
Væl nøgd við úrslit
Ráðið fyri Ferðslutrygd er væl nøgt við úrslitið, sum vísir, at átakið hjá ráðnum og Trygd hevur verið væl móttikið og hevur verið við til at betra hugburðin til ferð. Tølini broytast rætta vegin. Tò er langt eftir á mál. Áðrenn átakið var tað knappur triðingur, ið helt hámarksferðina á 80 km/t, eftir átakið er tað 36%. Her talan um eitt átak á góðar tvær vikur, sum er lutfalsliga stutt. At hugburðurin kortini er broyttir til tað betra, er ein góð byrjan, sum arbeitt verður víðari við. At vaksa um ferðslutryggar vanar krevur áhaldandi upplýsing og fokus, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd og Trygd fara at halda áfram við.