Føroyskir tannáringar út í heim hjálpa

Føroyskir tannáringar eru farnir til fátæk lond sum Albania og Moldova virka

Í hesum døgum eru 22 tannáringar úr Føroyum farnir til Albania og Moldova at virka. Tey skuldu fara úr Føroyum leygardagin, og liðið, sum skuldi til Moldova slapp avstað í øllum góðum. Verri var við liðnum, sum skuldi til Albania, tí SAS fleyg ikki, og sostatt lógu tey veðurføst í Føroyum til mánadagin, tá ið tey sluppu av landinum við Atlantsflog, sigur Poul Jóhan Djurhuus, sum er ein av teimum, sum fyrireikar ferðina. Hann sigur í eini fráboðan í dag, at sostatt komu tey ikki til Albania fyrr enn týskvøldið.

 

Við í ferðalagnum eru ferðaleiðararnir Anita og Oddmar Tausen, sum vera við í Albanien, umframt Tanja Mortensen og Jónleif Danielsen, sum eru ferðaleiðarar í Moldova. 

 

Tað er missiónsfelagsskapurin Tannáringar Í Missión, TIM, sum stendur fyri arbeiðinum. Tað er ein felagsskapur undir stóra altjóða Missiónsfelagsskapinum Operation Mobilsation. 

 

Føroysku tannáringarnir í Albania og í Moldova skulu arbeiða ímillum fátøk Zigoynarabørn og Zigoynarafamiljur. Í Albanien eru tey í býnum, Lushjne, har tey hava eina summarlegu fyri umleið 60 børnum. Eisini vitja tey fátækar Zigoynarafamiljur við mati og klæðum. 

 

Við sær úr Føroyum hava tey eina rúgvu av bundum pløggum, bæði hosur, skóleistar, turriklæðir, húgvur, og annað 

Tey fara eisibi at vitja samkomur, har tey taka lut á møtum við sangi og vitnisburði, siga fyrireikararnir. Tey koma aftur til Føroya 27. juli.