Føroyskir tannlæknar hava ofta illgruna um forsømd børn

Tannlæknar hava serstaka atgongd til at varnast tekin um fysiskan ágang móti børnum

Tannlæknar og tannrøktarar í Føroyum hava oftari illgruna um børn og ung, sum eru útsett fyri ágangi ella umsorganartroti, enn tannheilsufólk í øðrum londum hava. 

 

Hetta er ein av niðurstøðunum í nýggjari kanning, sum Unn Jakobsen, tannlækni, hevur gjørt saman við Føroya Tannlæknafelag. 

 

- Sum tannlæknar og tannrøktarar arbeiða vit øgiliga tætt uppá børnini hvønn dag. Vit hava gott ljós og síggja væl, um okkurt er, sum tað ikki skal vera, sigur Unn Jakobsen, sum hevur arbeitt í barnatannrøktini í fleiri ár.

 

Kanningin vísir eisini, at tannheilsufólkini í stóran mun aftrast við at boða frá illgrunanum, og mátin føroysku starvsfólkini uppfata og handfara støðuna er ivaleyst ávirkaður av, at okkara samfelag er so lítið.

 

 

Í Sosialinum í dag ber til at lesa meira um hetta, har vit hava samrøðu við Unn Jakobsen, sum hevur staðið á odda fyri kanningini.