Á løgtingisvalinum í 2008, atkvøddu heili 97% av veljarunum persónligt fyri einum valevni.
Hetta er ein staðfesting hjá nevndini, sum varð sett í fjør at endurskoða vallógina.
Tað var formansskapurin í Løgtinginum, sum setti nevndina at endurskoða vallógina. Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, hevði vónað, at nevndi lukkaðist at vera liðug við arbeiðið, so at Løgtingið kundi viðgerða málið og koma til eina niðurstøðu longu til hetta løgtingsvalið.
Men tað eydnaðist ikki, tí Hergeir Nielsen kann ikki annað enn staðfesta, at
nevndin er ikki liðug við arbeiðið.
Men tá ið nevndin hevur útvegað sær eitt støði at byggja arbeiðið á, er hon komin til nøkur úrslit, sum løgtingsmaðurin heldur vera forvitnislig.
Í eini frágreiðing, hann hevur fingið frá nevndini, verður staðfest, at á Løgtingsvalinum í 2008 atkvøddu næstan 97% veljarunum fyri einum ávísum valevni og bara góð 3% atkvøddu fyri einum flokki.
Tað eru eini 10% fleiri enn tað vanliga hevur verið.
- Hetta hevur verið rákið í føroyskum politikki í nøkur val, tí politikkur er blivin nógv persónligari, enn hann hevur verið.
- Tá ið valevnini førdu valstríð fyrr, heittu tey altíð á veljaran um at velja tann ávísa flokkin, hvørt einstakt valevni stillaði upp fyri.
- Nú rópa øll valevnini í kór: Vel meg!
Ein triðingur uttangarðs
Nevndin, sum endurskoðar vallógina, hevur eisini kannað eftir, hvussu veljarin hevur valt eftir valdømunum.
Niðurstøðan er, at næstan ein heilur triðingur av veljarunum atkvøddu fyri einum valevni í einum øðrum valdømi enn har veljarin sjálvur búði.
Hergeir Nielsen heldur, at hetta er ein av avleiðingunum av, at Føroyar eru blivnar eitt valdømi.
- Ein avleiðing av tí er, at valfeløgini kring landið eru við at bløða út, tí áhugin fyri politikki er nógv fallin síðani alt landið varð eitt valdømi.
Hann heldur eisini, at politikkur er blivin nógv meiri persónligur.
- Politikarar ganga í sjálvdrátti og føla als ikki sama trúfesti móti flokkum sum teir gjørdu fyrr.
- Nú á døgum himprast politikarar ikki við at skifta flokk. Tað tykist fella teimum líka lætt sum tað er hjá einum fótbóltsspælara at skifta felag, heldur hann.
Petur Zachariasen formaður í nevndini sigur, at tað er heilt týðiligt, at á seinasta løgtingsvali vóru nógv færri veljarar, sum atkvøddu fyri einum lista, enn vanligt hevur verið.
Hinvegin vóru tað sostatt eisini væl fleiri, sum atkvøddu fyri einum ávísum valevni.
Tað er eisini áhugavert, at ein triðingur av veljarunum brúka hetta høvið til at seta krossin fyri valevnum úr einum øðrum valdømi, enn veljarin sjálvur býr í.
- Men tað er eisini stórur munur á, tí sumi valevni fáa atkvøður um alt landið, men onnur fáa at kalla bara lokalar atkvøður.
Má vera skjótt
Hergeir Nielsen heldur, at skal vallógin broytast, hevur tað týdning at fáa tað gjørt sum skjótast.
- Fyri hvørt val, sum gongur, verður størri og størri partur av Løgtingimum mannaður av politkarum úr miðstaðarøkinum og tess verri verður tað at broyta vallógina aftur, heldur hann.
Fáa okkurt at hugsa um nakrar dagar
Nevndin, sum er sett at endurskoða vallógina, fer at leggja eina ávegis frágreiðing fyri formansskapin í Løgtinginum ein av næstu døgunum
Petur Zachariasen, formaður í nevndini, sigur, at tað verður helst í næstu viku, at nevndin leggur eina frágreiðing fram.
- Tað verður ikki tann fullíggjaða frágreiðingin, vit høvdu ætlað, men tað verður kortini nakað at hugsað um.
Hann sigur, at nevndin fer so væntandi at halda fram og at gera arbeiðið heilt liðugt.
- Tað eru vit sinnað til, men tað velds eisini um nýggja Løgtingið og nýggja formansskapin.
Orsøkin til, at nevndin leggur eina ávegis frágreiðing fram nú, er, at tey vilja helst, at sami formansskapur, sum hevur sett nevndinia, skal eisini fáa eitt úrslit frá henni.
- Hetta verður beint upp undir val, men fyri so vítt hevur hetta onki við hetta valið at gera, sigur formaðurin.