Føroyskt alfabet og teleonbókin

Tað er gott, at vit nú fáa eitt alment tjak um føroyska alfabetið. Um Løgtingið skal avgera endaliga úrslitið, er kanska ivasamt - men lat nú tjakið koma í gongd av álvara

Telefonbókin?.

Viðhvørt er torført at finna nøvn í telefonbókini, t.d. nøvn, sum byrja við serføroysku bókstøvunum.?Gott eigi tykkum, sum leggja bókina til rættis:?Prentið alfabetið, sum tit brúka, á sjálva permuna uttan.?Og við hampuliga stórum støvum eisini. ?Tað ber uttan iva til at seta tað dekorativt og klárt upp.?Hava tit sæð ensk/føroysku orðabøkurnar hjá Sprotanum? So klárt og skilliga sett upp! Leitiorð í bláum liti, - ja, tað er eitt spæl at finna vegin fram. Eg kundi ynskt, at Føroya Tele vildi spandera eina telefonbók nakað í tann stíl næstu ferð! Livst so spyrst.?Annars skulu tit hava rós fyri permurnar á bæði 2008 og 2009 telefonbókunum. Klárt og greitt í svørt/hvítum, (hevði tó verið 'vinarligari,' um tað stóð á ljósum litaðum pappíri).

Við tøkk fyri upptøkuna.