Nú er ein mánaður liðin, síðani Televarpið byrjaði at spæla føroyskan tónleik á Rás1, og einki er at ivast í, at fólk eru sera væl nøgd um hesa tænastuna.
Laila Hentze, stjóri á Televarpinum, sigur, at tey hava fingið nógvan respons frá fólki, sum eru fegin um hesa tænastuna, og sjálv er hon eisini fegin um, at Televarpið hevur valt hetta modellið.
- Vit hava jú sera nógvan og góðan føroyskan tónleik, og samstundis er talan alla tíðina um stóra variatión. Á ein hátt undirstrikar hetta kanska eisini, at talan hjá okkum er um eina føroyska loysn, sigur hon.
Eisini verður víst, at teir pengar, sum Televarpið rindar í KODA-gjaldi, á hendan hátt í størst møguligan mun koma føroyskum tónleiki til góðar.
Umframt tónleikin, inniheldur Rás1 í løtuni tíðindi frá Sosialinum, hús á sølulistanum hjá Sp/f Inni, veðurtíðindi frá Landsverki og valuta frá Føroya Banka.
At enda sigur stjórin, at tey framhaldandi miðja eftir at menna innihaldsliga partin av Rás1, og er ætlanin, at talan í framtíðini millum annað eisini verður um føroyskt framleitt sjónvarpstilfar umframt sjónvarpslýsingar.