Føroyskt forrit ger innrás í Danmark

Eitt nýtt føroyskt forrit hevur fingið rættiliga stóran áhuga í Danmark. Forritið kann nýtast til bæði teldu og sms tænastur, og má sigast at vera rættiliga slóðbrótandi. Tað hevur verið á danska marknaðinum í tríggjar vikur, og áhugin er stórur

Eitt føroyskt forrit er í ferð við at fáa fótafesti á danska marknaðinum. Talan er um eitt forrit, sum kann nýtast til teldu og sms-tænastur. Forritið, eitur ISUUS og í stuttum kann sigast, at tað gevur fyritøkum møguleika til at ogna sær teirra egna terminal, í staðin fyri til dømis tann hjá Føroya Tele, sum vit kenna best frá 1441 nummarinum.
ISUUS, sum kom á føroyska marknaðin í juni, hevur verið á danska marknaðinum í tríggjar vikur. Á royndarstøði. Longu nú hava fleiri virki tikið tað til sín. Til dømis Super Brugsen og Enska sendistovan. Ein avtala er somuleiðis gjørd við Radio Læsø til kappingar og annað. Eisini var ISUUS herfyri við á størstu vinnumessuni í Danmark, sum var í Herning, við góðum úrslitum.
Hetta má sigast at vera eitt stórt og týdningarmikið stig fyri føroyska KT vinnu, og stjórin á Pf Dynamic Paper, sum hevur ment forritið, Regin W. Dalsgaard, heldur so avgjørt, at marknaðurin er búgvin til hetta slóðbrótandi stigið.
? Øll hava telefon í dag, og á hendan hátt ber til at fáa eina fráboðan út til fólk umvegis teirra fartelefon, sigur hann.

Kunningartænasta
Hetta forritið kunnu fyritøkur ella feløg nýta til at kunna teirra viðskiftafólk ella vitjunarskara um komandi tiltøk, tilboð ella hvat tað nú skal verða.
Sum dømi kann nevnast Føroyahúsið í Keypmannahavn. Tey nýta hetta forritið, og í næstum fer at bera til hjá fólki at senda eini sms-boð til terminalin og skriva tiltak í. So fáa tey eini svarboð, hvar tað stendur, nær tað næsta tiltakið verður og so framvegis.
Eisini fer at bera til at nýta hetta í sambandi við húsakeyp. Ímynda tær, at tú ætlar at keypa eini hús í gjøgnum eina fyritøku. Tú hevur fingið gott eyga á einum húsum, sum tú veruliga vilt hava. Tú bjóðar upp á húsini í einum sms-boðum og fært javnan dagføringar um seinasta boðið.
ISUUS umfatar sum sagt teldu og sms-tænastur og júst vorðið innbygt í BeJour journalskipanina hjá Scandiplan Technology A/S, ið verður seld um alt Skandinavia. Fleiri onnur donsk software virki hava eisini víst áhuga í, at innbyggja ISUUS inn í teirra skipanir.
Dynamic Paper hevur millum annað gjørt blaðskipanin sum eitt nú sosialurin.fo og nordlysid.fo brúka.