Føroyskt gull í Danish Open

Badminton: Um vikuskiftið luttók ein úrsvalshópur við føroyskum badmintonungdómi í stóru kappingini Danish Open, sum varð spæld í Farum. Her luttóku fremstu badmintonleikararnir úr øllum norðurlondum.

 

Evnaríka 13 ára gamla Gunnva Jacobsen úr Havnar Badmintonfelag kom í gjár aftur til Føroya við einum gullheiðursmerki eftir hon hevði vunnið finaluna í U13-aldursbólkinum ímóti Matildu Kapell úr Svøríki. Gunnva vann dystin 2-1 eftir settúrslitini 21-14, 20-22, 21-16.

 

Kappingin varð skipað í elitu-, meistara- og síðani A-, B-, C- og D-bólkar. Flestu føroyingar luttóku í A-bólkum. Stórtalentið Bartal Poulsen er einasti føroyingur, sum hevur spælt seg allan vegin í elitudeildina. Her vann hann tveir út av trimum dystum.

 

- Gaman í hava stór talent myndað føroyskt badminton í nógv ár, men at ein so stórur hópur av spælarum úr øllum Føroyum klárar seg so væl, er nakað nýtt. Stóra avbjóðingin næstu árini verður at geva ungdómsspælarunum møguleikar at halda hetta støðið til vaksnar spælarar, sum kunnu standa seg í oyggjaleikahøpi og enn sterkari kappingum eisini, sigur Magnus Gaard, venjari.

 

Á myndini síggjast Gunnva K. Jacobsen, Kristina Eriksen, Sólfríð Hjørleifsdóttir, Marjun á Lakjuni, Dann Fróðason, Brandur Jákupsson, Bartal Poulsen, Magnus D. Christiansen og Jákup Jacobsen. Martin de Friis Justinussen vantar á myndini.