Jólaaftan munnu tað vera mong børn, ið stytta sær um stundir frammanfyri sjónvarpsskíggjanum meðan bíða verður.
Danmarks Radio framleiðir á hvørjum ári jólaundirhald til børnini undir heitinum "Mens Vi Venter". Í ár hevur sendingin so eisini fingið føroyskt íkast, tá genturnar Fríða og Sarah luttaka saman við vinkonuni Idu. Fríða og Sarah komu sum kunnugt við í finaluna í ársins MGP og hava síðan í felag útgivið jólasangin "Når Julemanden Går", ið má sigast at vera væl móttikin, ikki minst á sosialu miðlunum.
Sjónbandalagið, sum hevur ligið á netinum í tríggjar vikur, er longu spælt meir enn 40.000 ferðir á Youtube.
Froja og Sarah luttaka í stóru barnasendingini Mens Vi Venter á DR Ramasjang jólaaftan kl. 8 til 14 við spæli, samrøðu og sangi. Teirra framførsla verður væntandi at síggja millum kl 9:30 og 10:15.
Jólasangurin er somuleiðis tøkur á øllum streaming tænastum.