Leygarkvøldið 27. august verður ein áhugaverd konsert í kenda spælistaðnum Lille Vega í hjartanum av danska høvuðsstaðnum Keypmannahavn. Tá fara 200, Gestir og Makrel at hava eina mini-útgávu av Atlantic Music Event.
Framtíðarbólkar
Á heimasíðuni hjá Vega, www.vega.dk, stendur ymiskt at lesa um tiltakið, og tað er ikki sørt, at talan er um rættuliga rósandi orð, ið føroysku bólkarnir fáa á heimasíðuni.
Um 200 stendur at lesa, at talan er fremsta føroyska punkbólkin, ið framførir politiskan rock við millum annað boðskapinum um loysing.
Í mun til hinar báðar bólkarnar, tók 200 ikki lut í Atlantic Music Event í Vega í fjør.
Prix Føroyar vinnararnir frá 2003, Gestir, verða á heimasíðuni samanbornir við íslendska Sigur Rós við sínum droymandi melodiøsa rocki.
Seinasta navnið á konsertini er sum áðurnevnt Makrel, sum í hesum døgum eru ógvuliga aktuellir í sambandi við teirra luttøku í MTV Nordics unsigned kappingini á kendu tónleikarásini. Luttøkan hjá Makrel í stóru tónleikakappingini verður eisini nevnd á heimasíðuni hjá Vega, og lagt verður afturat, at Makrel, sum tann einasti av teimum trimum føroysku bólkunum, syngur sínar sangir á enskum.
Teitur vitjar í heyst
Seinni í ár verður aftur møguleiki fyri at uppliva føroyskan tónleik framførdan av pallinum í Lille Vega í Keypmannahavn. Tað verður tann 13. oktobur, tá ið Teitur fer á pallin í danska høvuðsstaðnum.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at fremsti føroyski tónleikarin stendur á palli í Vega, og heimasíðan hjá kenda spælistaðnum sparir ikki upp á rósirnar, tá ið tónlistarligu gávurnar hjá Teiti skulu lýsast.