Føroyskt oljufelag upp í 1. deild

Føroysku oljufeløgini Føroya Kolvetni og Atlatns Kolvetni eru bæði umboðað, nú bretska stjórnin hevur kunngjørt, hvørji feløg hava fingið leititeigar í bretskum øki. Annað av feløgunum, Føroya Kolvetni gjørdist entá eitt av teimum feløgunum, sum fekk flest loyvi tillutað í 22. útbjóðing. Hetta er fantastiskt sigur ein av stjórunum

Oljuleiting


Tað er neyvan skeivt at siga, hyggja vit eftir 22. útbjóðing á bretska landgrunninum, at føroyska oljufelagið Faroe Petroleum, hevur fingið sær eitt trygt pláss í 1. deild millum altjóða oljufeløg, sum dystast um at fáa atgongd til undirgrundina vestan fyri Hetland og nær føroyska markinum. Faroe Petroleum fekk tillutað 6 leitiloyvi, har nøkur liggja vestan fyri Hetland og onnur upp at føroyska markinum.

Fantastiskt
-Tað er fantastiskt, at vit hava fingið tillutað 6 leitiloyvi, sum liggja í okkara kjarnuøki, ið eisini er eitt týðandi øki fyri fleiri av teimum, stóru oljufeløgunum sigur Graham Stewart, stjóri við Sosialin. Hann sigur, at teir nú fara at samstarva við heimsins størstu oljufeløg, og tað eru tey í felagnum sera fegin um. Samlaða økið, sum Faroe Petroleum hevur fingið tillutað er 3.456 kvadratkilometrar til víddar og gevur tað felagnum eina góða javnvág millum stór og minni prospektir og minni oljufund, ið ikki eru útvunnin sigur Graham Stewart. ?Á Faroe Petroleum eru vit eisini sera ernir av at vera góðtiknir sum fyristøðufelag (operatørar) á 2 leiktioyvum, sum vit hava fingið tillutað 100%. Eg kann bara siga, at sum heild er hetta 22. Bretska útbjóðingarumfarið ein týðandi varði fyri felagið sigur Graham Stewart.

Upp í fyrstu deild
Eisini Niels Sørensen, stjóri er sera væl nøgdur við hetta góða hálið, sum hann málber seg. ?Við hesi tilluting eru vit farnir beinleiðis upp í fyrstu deild at samstarva við heimsins størstu oljufeløg. At vit nú luttaka í tilsamans 8 leitiloyvum á Atlantsmótinum (tá eru tvey loyvi í føroyskum øki tald við, blaðm.) við úr 10% upp í 100%, og eisini sum fyristøðufelag, vísir greitt okkara ábyrgd fyri tí føroyska økinum.

Niels Sørensen sigur víðari, at tey menna felagið til at verða eitt altjóða oljufelag og eru væl á veg. Høvuðsskrivstovan hjá felagnum liggur í Aberdeen, og har arbeiða 7 fólk, har meginparturin, 5, eru føroyingar við sera góðum førleikum vísir Niels Sørensen á. ?Vit hava nátt nøkrum av málunum, sum vit sett okkum. Men nógvar ætlanir liggja fyri framman ? eisini 2. føroyska útbjóðingin leggur hann aftrat.

Talan er um tvey feløg. Móðurfelagið er skrásett í Bretlandi, meðan dótturfelagið er heimahoyrandi í Føroyum. Umleið 300 føroyingar hava sett pengar í felagið, haraftrat koma útlendsku íleggjararnir.

Faktaboks

Heildaryvirlit:

. Tey 6 leitiloyvini fevna yvir 21 teigar og partteigar, leitiøkið er tilsamans 3.456 km2 til víddar ? tað er meiri enn tvær ferðir so stórt sum alt Føroya land

. Samstarvspartar eru BP, ChevronTexaco, OMV og Shell

. Fyri 2 av leitiloyvunum er Faraoe Petroleum fyristøðufelag (operatørur)

. Á tillutaðu leitiloyvunum síggjast stórir strukturar, og smá oljufund sum ikki eru útvunnin.

. Ymsar treytir eru galdandi fyri tey ymsu leitiloyvini, men sum heild skal skjótast seismikkur og gerast skulu tekniskar kanningar, áðrenn støða verður tikin um at bora ella ikki.

Tillutaðu leitiloyvini eru:

1.Lagavulin
570 km2 (Teigarnir 217/10, 217/14, 217/15)
Fyristøðufelag ChevronTexaco 60%, Faroe Petroleum 20%, OMV 20%

2.Talisker
1.660 km2. (Teigarnir 217/2, 217/3, 217/4, 217/5, 218/1, 221/27, 221/28, 221/29, 221/30, 222/26
Fyristøðufelag ChevronTexaco 75%, Faroe Petroleum 25%

3.Cardhu
286 km2 (Teigarnir 213/20, 214/16, 213/25C
Fyristøðufelag Shell 30%, ChevronTexaco 30%, BP 30%, Faroe Petroleum 10%.

4.Tornado
140 km2 (Teigurin 204/13)
Fyristøðufelag OMV 80%; Faroe Petroleum 20%

5.Freya
400 km2 (Teigarnir 206/5, 206/10)
Fyristøðufelag Faroe Petroleum 100%

6.Seonaid
400 km2 (Teigarnir 205/19, 205/20)
Fyristøðufelag Faroe Petroleum 100%