Føroyskt oljumál


 

Jóhan Hendrik

W. Poulsen

Nú ið oljuvinna á føroyskari landleið eftir øllum líkindum stendur fyri durum, man mangur spyrja seg, hvørji árin hon man fara at hava á mál okkara. Ivaleyst er, at enskt mál er hitt ráðandi í hesi stórvinnu, og vandi man tí vera fyri, at sonn óløgi av enskum »oljuorðum« fara at leggja inn yvir føroyskt mál, verður ikki av álvara roynt í tøkari tíð at »byggja borð fyri báru«. Har fer at hvíla stór og tung ábyrgd á teimum, ið bera skulu tíðindi frá oljuvinnuni í fjølmiðlum okkara, bæði bløðum og loftmiðlum. Men hvørki er væntandi ella krevjandi av hvørjum einstøkum, at hann ella hon skal duga at lofta sær í øllum førum og av sær sjálvum finna á rætt orð og heiti. Her krevst meiri av miðvísum málrøktarstarvi og skipaðum arbeiði bæði av vinnulívsfólki og málkønum at finna og skapa hóskandi føroysk orð og heiti at seta í staðin fyri hini fremmandu, ella har tað ikki ella illa gerst, tá at geva neyðugum tøkuorðum slíkt skap og snið, at tey samtykkja væl við mál okkara í ljóði og bending.

Her kunnu vit læra av tí, sum norðmenn gjørdu, tá ið teir á sinni fóru at vinna út olju til havs. Hetta var tíðliga í áttatiárunum. Teir søktu sær sum vera man vitan og lærdóm um hesa nýggju vinnu úr Amerika, sum fremst var á hesum øki, og eyðvitað fylgdi hitt enska málið við hesum lærdómi. Mangur óttaðist fyri, at árinið á norskt mál fór at vera tí sum frá leið til stóran skaða, og eisini varð hugsað um trygdina úti á boripøllum, sum málslig misfatan kundi sett í vanda. Eisini er har sum her og aðrastaðni millum málrøktarfólk ein ávísur ótti fyri, at enskt mál ger seg meir enn gott er inn á heimamálið. Málfrøðingar og tøknifólk tóku sær tískil um reiggj og stovnaðu í 1983 ein orðabanka ? Norsk termbank ? við lærda háskúlan í Bergen. Eg havi fyri mongum árum síðan verið inni á gólvinum har og var ikki lítið hugtikin av at síggja teir mongu hillametrarnar við oljuorðatilfari. Nú er hetta og tað, sum eftirsíðan er komið afturat, eyðvitað alt gjørt teldutøkt og er atgongt haldarum á veraldarvevinum, men ein sýnisgrunnur er øllum opin á www.hit.uib.no.

Hvat gerst so hjá okkum? Eru vit til reiðar málsliga at taka móti hesi nýggju vinnu, sum á so mangan hátt fer at broyta, um ikki kollvelta, lív okkara og tilveru her á landi? Eg veit av, at á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum verður arbeitt við at gera eina føroyska tøkniorðabók, og eyðvitað verða har mong oljuorðini tikin uppí ímillum øll onnur tøkniorð, og við teimum ráðum, sum nú eru til taks, fer at bera til eftir ongari løtu at leita fram tey oljuorð, ið tørvur er á á hvørjum sinni. Annars ber til at siga, at evnið er longu rættiliga væl mýkt málsliga í ymsum ritum og álitum. Her er eitt nú at nevna Fyrireikingar til oljuleiting - frágreiðing frá Oljuráðleggingarnevnd landsstýrisins (1997). Eisini í vanligari umrøðu í bløðum og øðrum fjølmiðlum er fitt av orðatilfari komið til lívs, t.d. veitingarskip `supply vessel` og atstøðuskip `standby vessel`. Minnist meg rætt, var tað í samrøðu millum blaðstjóran og undirritaða, at í kom heitið Atlantsmót á teirri leiðini, sum á enskum nevnist Atlantic Margin.

Meðan navnagáva er høvd við orði, er at gera vart við, at alneyðugt er at hava góðan ans og smakkvísi, tá ið leitingarleiðum verða givin nøvn. Eg varð ikki lítið bilsin, tá ið eg sá í einum av bløðunum herfyri, at Svínoy verður fyrsta oljuleiðin, og henni á baki koma Kunoy og Kalsoy. Hetta er eftir mínum tykki sera óheppið, tí tað er at gera seg inn á nøvn, ið tey fólk, í hesum oyggjum búgva og onnur við, hava sterkar kenslur fyri. Og so er tað møguleikin fyri misfatan, sum vit mega ikki vera blind fyri ? hugsi um sorgarleikin við jólaskipinum á sinni, tá ið Fuglefjord og Fugløfjord komu í bland. Ikki er tað beint at lata fremmand oljufeløg seta nøvn á eftir egnum tykki. Her kundu vit eisini lært av norðmonnum og dønum, ið hava sera fjølbroytt nøvn á oljuleiðum sínum, m.a. við rót í søgu og søgnum.

At enda loyvi eg mær at skjóta upp, at oljumálastýrið setur nevnd av oljukønum og málkønum til at savna orð og heiti í sambandi við oljuvinnu og javnan at evna til nýggj orð, so hvørt sum tørvur er á teimum. Tað er tað minsta, ið vit skylda máli okkara, skal tað heilskapað kunna taka móti teimum avbjóðingum, henda nýggja og vónandi gagnliga vinna hevur at seta.