Føroyskt vrak ger illa fortreð í donskum býi

Vrakið av Havsøka er ein hóttan ímóti trygdini hjá skipum og bátum á Esbjerg-leiðini og kann eisini elva til eina umhvørvisvanlukku

? Vrakið av einum føroyskum skipið eru nú við at elva til rumbul í Danmark.

Tað var tann 27. November í fjør, at Havsøki brádliga sakk beint uttanfyri havnina í Esbjerg.

Men har liggur hann enn, og tað hevur elvt til misnøgd í Esbjerg, tí teir stúra fyri, at hann skjótt fer at vera til almikið fortreð hjá bátum og skipum, sum sigla har á leiðini, umframt at vandi er fyri eini umhvørvisvanlukku.

Danir eru rættiliga harmir um, at vrakið av Havsøka ikki er bjargað enn. Og teir illneitast inn á, at danir hava ráð til at hava ein flúgvara standandi til reiðar allan sólarkringin hjá danska krúnprinsinum, sum er í Grønlandi.Men samstundis vísir tað seg at vera ómøguligt at útvega pening til at bjarga Havsøka, so at skip og bátar kunnu sleppa undan vandanum, og so at sleppast kann undan eini hóttandi umhvørvisvanlukku.

Eitt nú skrivar Jydske Vestkystan nú um dagarnar, at vandi er fyri, at trol og onnur útgerð fara at slíta seg leys av vrakinum og fara at vera til vanda fyri skip og bátar, sum sigla á Esbjergleiðini, ikki minst hjá teimum, sum skulu inn og út úr havnini.

Blaðið skrivar, at danskir myndugleikar hava sent almenna ávaring til skip og bátar um vandan

Men danir eru eisini bangnir fyri, at olja fer at leka úr Havsøka og elva til eina umhvørvisvanlukku.


Ikki uppklárað

Annars veit ongin, hví ídnaðarbáturin Havsøki úr Kkaksvík brádliga sakk hendan novemberdagin beint uttanfyri innsiglingina í Esbjerg.

Hann tók brádliga at leka og sakk á Grådyb Barre, ein kilometur frá innsiglingsrennuni til Havnina.

Har liggur hann nú á ikki meiri enn sjey metra dýpi so at mastrarnar stinga upp undan.


Hava selt vrakið

Spurningurin er bara, hvør hevur ábyrgdina av Havsøka, har hann nú liggur sokkin beint uttanfyri størsta fiskivinnubý í Danmark.

Hjá deildarstjóranum á Sjóvartrygginini, Páll Kunoy, er als ongin ivi.

? Felagið, sum átti Havsøka hevur fingið tryggingarupphæddina og Sjóvartryggingin yvirtók so vrakið.

? Men síðani er vrakið selt einum donskum upphøggingarfelagið í Esbjerg, sum er væl kunnugt við skipaupphøgging

Hesin handilin fór sjálvandi fram ígjøgnum lógfrøðingar so hon er í lagi.

Men hetta ber somuleiðis í sær, at samstundis sum danska upphøggingarfelagið keypti vrakið, yvirtók tað eisini alla ábyrgd av vrakinum og samstundis eisini allar skyldur og øll rættindi.

? Sostatt er talan um ein danskan trupulleika burturav, tí tá ið vrakið varð selt, bleiv føroyska Sjóvartryggingin samstundis fullkomiliga leys av tí og hevur onki við tað at gera longur, sigur Páll Kunoy.

Hann vil ikki siga, hvussu nógv upphøggarin keypti vrakið fyri.

Vit fingu ikki fatur á danska upphøggaranum, men tað er ikki vanligt at bjarga slíkum vrakum um veturin, tí oftast verður bíðað til um sumrarnar til veðrið batnar aftur og hetta kann vera orsøkin til, at vrakið ikki er bjargað enn.

Havsøki varð smíðaður í Harstad í 1958 og hann hevur fyrr itið Vestnot, inntil hann í fjør varð keyptur til Klaksvíkar og fekk navnið Havsøki.