Føroysku ostarnir eru á veg

Teir fyrstu máttu beinast burtur, tí trupulleikar vóru við dygdini

Eftir ætlan skuldu nýggju ostarnir hjá MBM koma á marknaðin á ólavsøku, men nú vit eru komin út í august, eru enn eingir ostar frá MBM at fáa.

 

Kringvarpið veit tó at siga, at ostarnir koma á marknaðin í septembur.

 

Ostarnir vóru annars gjørdir til reiðar til at koma á marknaðin á ólavsøku, men Kringvarp Føroya sigur, at sambært Hákuni Steingrímsson, stjóra á MBM, var hitin ov nógvur, tá mjólkin varð hitaviðgjørd. Ostarnir fingu tí ikki rætta smakkin undir ræsing og vórðu tí burturbeindir.

 

Tað var í februar, at fyrstu ostarnir vórðu sendir út í Koltur at ræsa. MBM megnar at framleiða 200 kilo av osti um dagin, segði Hákun Steingrímsson við KVF í februar.