Føroyskur brislingur, sum Tavan í Leirvík hevur keypt og kryddað, er nú komin fram til keyparan, har hesin smái fiskur verður flakaskorin við serligum flakamaskinum.
Tá fiskurin er skorin, fer hann til hermetikk deildina á virkinum, har hann verður latin í dósir sum heilkonserves og seldur út á marknaðin.
- Vit fegnast um hesar væleydnaðu royndir at keypa og krydda brisling. Vertíðin í vetur eydnaðist væl, og ætlanin er at gera nýggjar royndir næsta heyst.
Tað siga teir báðir, Ingvar Joensen á Tavuni í Leirvík og slóðarin fyri hesi spennandi og forvitnisligu verkætlan, Johan Mortensen, nú alt vísir seg at rigga væl.
- Keypararnir eru sera væl nøgdir við góðskuna á fiskinum, og vit eru ógvuliga spentir upp á komandi vertíð.
Ingvar Joensen og Johan Mortensen siga, at brislingur verður seldur á nógvum altjóða marknaðum og fiskurin, sum er sera væl smakkandi, verður brúktur til nógv ymisk endamál.