Nú skal føroyskur dansur beinleiðis á fíggjarlógina.
Tað hevur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum gjørt av, sigur hann, ný Bjarni Djurholm, tingmaður, hevur spurt hann um ætlanina við føroyskum dansi.
Samstundis verður játtanin til føroyskan dans hækkað 50.000 krónur, úr 200.000 krónum, upp í 250.000 krónur.
Annars hevur føroyskur dansur fingið stuðul seinastu seks árini, men higartil hevur stuðulin hevur verið veittur til Landsfelagið fyri føroyskan dans, Sláið Ring.
Men broytingin, sum nú er gjørd, er tí at Bjørn Kalsø heldur, at tað er umráðandi, at landsins myndugleikar taka í álvara at stuðla hesum livandi mentanararvi okkara, sum er so serstakur, sum hann málber seg.
Sláið Ring hevur eisini fingið 150.000 krónur í stuðuli av Veddingarpenginum, sum Mentamálaráðið umsitur.
- Hesin stuðul verður veittur við tí fyri eyga at stuðla og menna barnadansin kring landið.
Annars er ein altjóða sáttmáli samtyktur um at tryggja mentanararvin.
Sáttmálin ásetur, at londini, ið taka undir við honum, miða ímóti at skapa karmar, ið tryggja, at mentanararvurin verður varðveittur og framvegis hevur sítt livandi virki í samfelagnum.
Bjørn Kalsø sigur, at nú fer hann at virka fyri, at sáttmálin eisini verður settur í gildi í Føroyum.