Føroyskur dansur: Heiðrað fyri ungdómsarbeiði

Føroyskur dansur tykist hava tað rímuliga gott í Føroyum. Kanska mest takkað dansifeløgum, og teimum, ið gera eitt miðvíst ungdómsarbeiði har, til dømis við barnadansi.

Føroya Ungdómsráð, FUR, hevur heiðrað Fríðbjørg Joensen Poulsen úr Sumba, sum í mong ár hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði millum ungdómin í Sumbiar Dansifelag, og hon hevur eisini havt dansin frammaliga í sínum arbeiði sum lærari við Vágs Skúla.

Úrslitið talar fyri seg, og millum ungdómin í Sumba hevur dansurin tað gott.

 

Á heimasíðuni hjá FUR hevur borið til at innstilla til heiðursløn 2021,og Fur skrivar m.a. soleiðis um innstillingina:

Einstaklingar, foreldur, feløg, bólkar o.o. Faktiskt er tað soleiðis, at einhvør kann innstilla og einhvør kann instillast!

Heiðursløn FUR’s er eitt heiðursbræv og ein heiðursløn ímillum kr. 5.000-10.000. Skipanin er ein liður í at seta fokus á barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum.

Til ber eisini, at lata inn fleiri innstillingar og at senda innaftur áður innsendar innstillingar!

Endamál

Endamál FURs við at lata heiðurslønina er:

  • at geva eldsálum innan barna- og ungdómsfelagarbeiði viðurkenning
  • at geva virknum barna- og ungdómsfeløgum viðurkenning fyri sítt arbeiði
  • vekja áhugan millum børn og ung fyri sjálvbodnu barna- og ungdómsfelagsskapunum
  • at vísa á samfelagsliga týdningin av arbeiðinum hjá sjálvbodnum barna- og ungdómfelagsskapum.

Nógvir møguleikar

Møguleiki er fyri at fáa heiðursløn FURs fyri nógv ymiskt. t.d.:

  1. fólk, sum ganga undan og brenna fyri barna- og ungdómsarbeiði – sonevndar eldsálir.
  2. eitt serligt tiltak fyri børn og/ella ung á staðnum
  3. tiltøk sum børn ella ung skipað fyri, sum t.d. hjálpartiltak fyri eldri. Tiltøk, sum varpa ljós á t.d. happing, umhvørvi e.a.
  4. ein serliga krevjandi verkætlan
  5. ein slóðbrótandi verkætlan
  6. eitt serliga væleydnað kunningar og/ella upplýsingar tiltak

ja, møguleikarnir eru nógvir.