Føroyskur filmur á festivali

- Tað var løgið at síggja meg sjálva á lørifti, sigur føroyski leikarin, Rakul Winther. Hon hevur hevur á filmfestivalinum "Nordisk Panorama 11" sum í hesum døgum er í Århus. Talan er um ein stuttfilm- og dokumentarfestival, har eisini føroyingar geva sítt íkast, nevniliga stuttfilmin Magma.

Endamálið er, at filmsfólk fáa høvi at hittast, eisini saman við hyggjarum sínum, og umvegis spurningar og viðmerkingar fáa í lag eitt samskifti um verk teirra við brúkaran.

Teir býir, sum eru umboðaðir í ár eru Århus, Oulu, Malmø, Reykjavík, Bergen og Tórshavn, har føroyski filmurin Magma var við.

Millum fólkini á festivalinum var áður nevnda Rakul Winther, sum er ein av leikarunum í føroyska filminum, ið eisini fekk góð ummæli millum fólk.

- Tað var eitt sindur løgið at sita soleiðis, segði hon við klaksvíkingin, Dávur Winther, sum var við á festivalinum. Eftir hennara meting var filmurin skorin í so nógv niður, bæði í tíð og myndavali.

Tey harmaðust kortini um, at hvørgin framleiðari av filminum, tær báðar Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir høvdu høvið at vera við á festivalinum.

Nordisk Panorama hevur verið til í meir enn 20 ár og er millum annað sprottið úr Filmkontakt Nord, sum er ein grunnur hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum, við tí endamáli at kunna um stutt- og dokumentarfilmar.