Føroyskur filmur á netinum

Fólk kring allan knøttin hava nú høvi at síggja føroyska filmin "Maðurin ið slapp at fara", ið Katrin Ottarsdóttir gjørdi í 1994, á internetinum. Filmurin var gjørdur í samstarvi við Danmarks Radio.

Í 1994 fingust ikki nógvir føroyingar við at gera film, men filmsliðið var kortini mannað við fleiri føroyingum, m.a. Hans Peturi Hansen og Jóni McBirnie, sum báðir gingu á filmsskúlanum í Keypmannahavn tá. Edward Fuglø stóð fyri pallsniði og búnum, og Heðin Meitil gjørdi tónleikin.

Filmurin er lagdur á netið við enskum undirteksti og kann "streamast" á heimasíðuni hjá Blue Bird Film, bluebirdfilm.dk, ella á Facebook-síðuni hjá Blue Bird Film.

Fyri 5 $ ella 4,5 € fær hyggjarin rætt at síggja filmin tríggjar ferðir innan 30 dagar. Sum nakað serstakt kann hyggjarin eisini sjálv(ur) vinna nøkur oyru við at leggja leinki til filmin á sína egnu heimasíðu, sín blogg ella tílikt.

“Maðurin ið slapp at fara” er ein sorgblíð komedia um ein eldri ektamann, sum ein skjønnan dag ger av at fara frá konuni fyri at liva saman við tí nógv yngri Mariu. Konan tekur hetta heilt róliga. Hon er hvørki óð ella kedd, men heldur bara at maðurin skal sleppa at renna hornini av sær. Honn er sannførd um, at hann skjótt verður klókari og fer at koma aftur til sín. Tað ger hann eisini, men ikki akkurát so, sum hon hevði hugsað sær.