Hárfríðkanarkvinnan, Mariann Klein Ivansdóttir, hoyrir nú til elituna innan hárfríðkan.
Herfyri bleiv Mariann Klein Ivansdóttir upptikin í Inter Coiffure, sum er ein felagsskapur fyri teir bestu frisørarnar í heiminum. Sostatt er Mariann Klein Ivansdóttir, sum eigur og rekur hárfríðkanarstovuna Royal, einasti føroyingurin, ið kann rópa seg limur í Inter Coiffure.
Fyri Mariann Klein Ivansdóttir er tað ein stórur heiður at vera blivin partur av felagsskapinum.
- Brádliga fái eg eitt stórt netverk, og fái møguleika at fáa íblástur frá og samstarva við teir bestu hárfríðkararnar í heiminum. Fleiri av mínum fyrimyndum innan hárfríðkanaryrki eru partur av Inter Coffure, so tað kennist sum ein heiður fyri meg at vera við í felagsskapinum, sigur Mariann Klein Ivansdóttir.
Fyri at gerast partur av Inter Coiffure er neyðugt, at onkur annar virðurkendur hárfríðkari viðmælir teg, og síðani verður atkvøtt, um tú ert nóg góð til at vera partur av Inter Coiffure. Harafturat er tað eitt krav, at tú hevur drúgvar royndir sum hárfríðkari og hevur gjørt okkurt serligt innan fakið.
Limir í Inter Coiffure hittast fleiri ferðir um árið, har teir fáa íblástur og ta nýggjastu vitanina um hár og hármóta.
- Nú fái eg møguleika at hava ávirkan á hármótan úti í heimi eisini, og tað haldi eg er ógvuliga stuttligt og avbjóðandi, sigur Mariann Klein Ivansdóttir.