Danski hondbóltsvenjarin er í Føroyum í samband við evnisdagin hjá Føroya Tele "markleysi heimurin". Evnisdagurin var í gjár. Føroya Tele bjóðaði øllum vinnukundum til Klingruna, har Føroya Tele kundi bjóða framsýningar, fyrilestrar og ymiskt ábit.
Ulrik Wilbek var annar av fyrilestrarhaldarunum. Hann var so beinasamur at seta eitt sindur av sínari tíð av til at gera samrøðu við Sosialin. Hann var júst lendur í góðveðrinum í gjár, tá ið vit fingu orðið á hann.
Fyrilestrarhaldari
Dámligi danin er sera fyrikomandi. Hann greiðir frá, at hann skal gera ymiskt, meðan hann er í Føroyum. Hann helt fyrilestur í gjár og skal so eisini halda fyrilestur fyri hondbóltsfelagnum Neistin.
- Tað er deiligt at vera í Føroyum. Eg havi verið ótrúliga heppin í veðrinum, sigur Ulrik.
Tað er ikki óvanligt fyri hann at ferðast runt soleiðis og halda fyrilestrar fyri vinnulívsfólki.
- Eg haldi umleið 100 tílíkar fyrilestrar um árið, sigur hann við einum smíli.
Ulrik nýtti nógv dømi úr hondbóltsheiminum, tá ið hann helt fyrilestur í gjár í Klingruni. Hann heldur heilt vist, at ítróttarheimurin hevur nakað at bjóða vinnulívinum.
- Eg tosi um motivatión, og tað er nakað eg arbeiði við hvønn dag. Eins og vit eru eitt toymi, so er arbeiðsplássið eisini eitt toymi, sum arbeiðir saman. Øll mugu trívast og vera motiverað til at gera sítt besta, sigur hann.
Fylgir við í føroyskum hondbólti
Hann fylgir eisini við í føroyskum hondbólti. Hann metir, at føroyskur hondbóltur kann mennast sera nógv, um tað verður raðfest øðrvísi.
- Eg fylgi eitt sindur við í føroyskum hondbólti. Nakrir danskarar hava spælt her. Eg fylgdi kanska serliga við, tá ið Janne Kolding spældi her uppi. Føroyskur hondbóltur er sjálvandi ikki tað sama sum niðri, men tað eru møguleikar fyri menning. Eg skilji, at landsliðini ikki eru so virkin longur, og tað er óheppið. Um tú hyggur at Grønland, so eru teir langt frammanfyri Føroyar. Ísland klárar seg eisini ómetaliga væl. Kanska er tað tí, at fótbólturin verður raðfestur hægri her á klettunum, og tað tarnar hondbóltinum. Um nú hondbóltssambandið setti seg niður og gjørdi nøkur langsikta mál, og hondbólturin varð raðfestur hægri, kundi føroyskur hondbóltur ment seg sera nógv, sigur Ulrik.
Sveinur hevði møguleikan
Ulrik hevur havt eitt sindur við føroyingar at gera í Danmark. Einaferð var Sveinur Justinusen á veg til mansliðið hjá Viborg, sum Ulrik Wilbek var venjari hjá.
- Jú, ein føroyingur var á veg til Viborg, tá ið eg vandi teir. Hann fekk bjóðað sáttmála frá okkum, men hann valdi at takka nei. Systir hansara (Rebekka Justinusen. Blaðm.) var niðri á skúla tá, og hon átti ein beiggja. Tey vóru bæði sera evnarík. Eg haldi, at navnið var Justinusen (Sveinur Justinusen. Blaðm.). Hann vandi við okkum, og tað vísti seg sum, at hann var sera evnaríkur, sigur Ulrik og spyr yvirritaða, hvussu tað gongur hjá hesum báðum hondbóltsystkjunum.
Sveinur kann koma langt
Hann heldur, at Sveinur hevur evnini til at náa heilt langt.
- Um hann hevði spælt við okkum, hevði hann heilt vist kunna komið langt, tí at hann var sera evnaríkur. Hann kann eisini koma langt enn, um hann veruliga vil tað, staðfestir royndi venjarin, sum heilt vist kennir ein góðan spælara, tá ið hann sær hann.
Avbalanseraði danin fer víðari og heldur stutt eftir samrøðuna ein frálíkan fyrilestur. Hann hevur nógv at gera í Føroyum, áðrenn hann fer aftur á flatlond at halda fyrilestrar og virka sum landsliðsvenjari hjá danska landsliðnum - ikki kvinnurnar, men menninar hesaferð.