Føroyskur áhugaleikur hittir grannar okkara

Komandi summar verða Føroyar vertir fyri eini sjónleikarstevnu, har einir 200 luttakarar verða við. Hetta verður ein góður møguleiki at vísa fram, hvussu langt føroyskur áhugaleikur er komin, og at menna okkara leikarar, sigur Hilmar Joensen, næstformaður í NEATA.

Sjónleikur: Føroyskur áhugaleikur hevur í mong ár verið bæði til gaman og álvara fyri tann føroyska áskoðaran.
Fleiri føroyskir leikir eru eisini framførdir í øðrum londum, eins og áhugaleikarar úr øðrum londum hava verið her og víst fram leikir úr teirra landi.
Í summar verður kortini eitt serstakt høvið hjá hesum leikarum at hittast á einum og sama staði, fyri at síggja áhugaleik úr fleiri ymiskum londum.
Tá skipar nevniliga norðurlendska deildin av altjóða sjónleikarfelagsskapinum fyri áhugaleik, NEATA fyri stevnu í Havn. Væntað verður, at eini 200 fólk fara at luttaka á hesi stevnuni.
- Hetta er fjórðu ferð, at ein slík stevna verður hildin. Og okkara ynski er, at øll londini luttaka við hvør sínum bólki, og at bæði grønlendingar og sámar eisini fara at luttaka.
- Á henda hátt kunnu vit øll læra nakað av hvørjum øðrum, samstundis sum okkara egnu leikarar fáa eitt høvið at mennast leiklistarliga, sigur Hilmar Joensen, næstformaður í NEATA.

Styrkja bondini
Henda forkunnuga stevnan verður sum nevnt hildin í august mánaði komandi ár í Læraraskúlanum í Havn.
Hetta verður eitt serstakt høvi hjá føroyskum áhugaleikarum at síggja leikarar úr fleiri øðrum londum, sum virka undir somu umstøðum sum tey.
Ætlanin er nevniliga og tað er eisini eitt av endamálunum við hesi stevnuni at luttakarar úr øllum londunum skulu framføra leikir fyri hinum luttakarunum. Sera spennandi verður helst at síggja luttakararnar úr Baltalondum framføra sínar leikir, tí sum skilst hava hesi londini tiltiknan góðan áhugasjónleik.
Hóast talan er um áhugaleik, so er eingin ivi um, at hesir leikararnir eru á sera høgum støði. Og tí fara bæði teir føroysku leikararnir, og teir útlendsku helst at fáa nógv burtur úr hesi stevnuni.
Endamálið er tí eisini at styrkja bondini millum áhugaleikarar í Norðurlondum og Baltalondum, og at hini londini somuleiðis skulu fáa eyguni upp fyri, hvussu føroyskur áhugaleikur verður spældur.

Eftirmeta
Tað verða kortini ikki bert framførslur av leikum á skránni. Ætlanin er nevniliga, at øll skulu fáa nakað burtur úr og ikki minst heim aftur við sær.
Leikirnir, sum verða einir 12 í tali, verða framførdir í Sjónleikarhúsinum, Meiaríinum og í Norðurlandahúsinum. Men eftir hvønn einstakan leik skal hesin metast av serkønum fólki innan sjónleik úr hvørjum landi.
Her er ætlanin at taka upp fleiri tættir í hvørjum einstøkum leiki, og síðani tosa opið og erligt um leikin.
Her fáa føroyingar sjálvandi eisini møguleika at verða við. Og tí er endamálið at vit ikki bert skulu síggja leikirnar, men eisini læra, hvussu áhugaleikur skal verða.
Hinvegin so er eisini góður møguleiki at læra enn meiri um áhugaleik á teimum ymisku verkstøðunum, sum verða hesar dagarnar í Norðurlandahúsinum.

Startskot
Eitt er so, hvat leikararnir úr grannalondunum fara at framføra. Men hvat skulu so føroyingar fara á pall við?
Hesin spurningurin er ikki svaraður enn, men óhugsandi er ikki, at tað verður ein leikur sum tekur útgangsstøði í onkrum av kvæðum okkara.
Herfyri varð skipað fyri einum skeiði saman við Árna Dahl, har hann greiddi frá um Sjúrðarkvæðið. Fyri mong varð hetta mett sum ein góð upptakt til ein upprunaligan føroyskan leik, sum kann gerast okkara ískoytið á stevnuni.
Her verður hugsað um, at ein rithøvundur, ein dramaturgur og ein leikstjóri seta seg saman og evna til ein føroyskan leik fyri føroyskar áhugaleikarar. Hinvegin so kann talan eisini verða um gamalt tilfar.
- Eydnast hetta til fulnar, so fer ein av dreymum okkara at ganga út. Hetta kann tí gerast startskotið til eina tradisjón innan føroyskan sjónleik at fáa meiri upprunaligt tilfar úr Føroyum á teir føroysku leikpallarnar.
- Vit hava eina rúgvu av tilfari, sum bara liggur og bíðar eftir at verða tikið fram. Nú verður so møguleikin til tað, sigur Hilmar Joensen.