Í 2003 samtykti løgtingið at Føroyar skuldu søkja um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum og Ráðharraráðnum.
Í hesum sambandi helt formansskapurin í Norðurlandaráðnum ein fund í Føroyum í summar, har greitt var frá um nakrar forðingar vóru fyri hesum limaskapi.
Millum onnur luttók Frederik Harhoff, ríkisrættarserfrøðingur, á fundinum.
- Allir limirnir í formansskapinum skiltu tað soleiðis, at hann samanumtikið ikki helt, at nakrar lógarligar ella fólkarættarligar forðingar vóru fyri, at føroyingar kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap. Og at tær forðingar sum vóru, til dømis í Helsingforssáttmálnum, kundu allar loysast politiskt, greiðir Kári P. Højgaard frá.
Men 20. september var fundur í Norðurlandaráðnum í Lahtis í Finnlandi. Kári P. Højgaard og Jógvan við Keldu, ið umboða løgtingið í Norðurlandaráðnum vóru við á fundinum.
- Frederik Harhoff er komin við eini nýggjari útgreining, har hann ger greitt, at tað eru trupulleikar við føroysku umsóknini, tí føroyskur limaskapur hevði verið í stríð við grein 19 í donsku grundlógini, sigur Kári P. Højgaard.
- Vit hava øll livað í teirri trúgv, at ongar rættarligar forðingar hava verið fyri føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum. Men nýggja útgreiningin hjá Frederik Harhoff vísir at hetta ikki er so.
Nú hevur formansskapurin í Norðurlandaráðnum skrivað til stjórnirnar í Danmark, Føroyum og Grønlandi og biðið um eina útgreining um nýggju upplýsingarnar. Henda útgreining skal vera klár til næsta fund í Norðurlandaráðnum, sum verður um mánaðarskiftið oktober november, har orðaskiftið skal vera um evnið.
- Vit væntaðu at fáa eina endaliga avgerð um føroyskan limaskap á komandi fundi, men nú verður endaliga viðgerðin útsett til komandi summar, sigur Kári P. Højgaard.