Tey, sum brúka internetið vita, at tað í longri tíð hevur verið møguligt at keypa og gjalda vørur um internetið. Higartil hevur hesin møguleikin kortini avmarkað seg til útlendskar fyritøkur, men tað er ikki vist, at tað verður so leingi afturat.
Tí á Farodane í Hoyvík, arbeiða teir av grimd, við at gera til eina skipan, sum fer at gera tað møguligt at keypa og gjalda um internetið við FR-korti.
Læt okkum siga tað beinanvegin at skipanin er ikki klár enn, men tað verður hon eftir øllum at døma um ikki so langa tíð.
Ein slík skipan, fer at lata upp nógvar nýggjar sølumøguleikar hjá føroyskum fyritøkum. Uttanlands er ikki hissini hvat tey finna upp á at selja um slíkar nethandlar, men sjálvsagt eru bøkur og fløgur vørur, sum hava serligan áhuga.
Hetta verður eisini møguligt, tí Farodane ætlar at lata aðrar fyritøkur fáa atgongd til teirra skipan, sigur Rolf H. Olsen, frá Farodane.
Og tað er ikki smávegis framgongd hjá fyritøkum, sum annars »bert« hava brúkt internetið, sum »ordraskipan« skilt á tann hátt, at kundar hava kunnað bílagt vørur um netið, sum síðani eru sendar teimum við eftirkravið.
Strong trygdarkrøv
Tað verða sett sera strong trygdarkrøv í sambandi við handil um internetið.
Tvær ymiskar trygdarskipanir eru tá tað um FR-korttransaktiónir á netinum umræður.
Onnur teirra er sera tung og stirvin, men hon er tryggari enn hin, sum er nógv einfaldari at brúka.
Kortini skal gerast greitt beinanvegin, at báðar tvær eru tryggar, tí sjálv transaktiónin verður koda, ella krypterað, sum tað eitur á fakmáli, og tað inniber, at eingin fær høvd ella hala á tí sum fer fram.
Rolf H. Olsen, sigur, at SSL-skipanin, sum er tann skipanin, sum teir eru í holt við at fáa sær, samstundis er tann skipanin, sum verður brúkt av meiri enn 90 prosent av teimum nethandlum, sum t.d.eru í Danmark.
? Og tey allarflestu, sum keypa um internetið, vilja brúka SSL skipanina. Hin skipanin, sum eitur SET, er alt ov tung at brúka, og tí gera mong tað, at tey avlýsa keypi tá tey síggja, at tað er SET skipanin, sum verður brúkt, sigur Rolf H. Olsen.
Vit fara at frætta nærri um nær nýggja skipanin hjá Farodane verður tikin í brúk.