Heiðrikur á Heygum hevur seinastu tíðina arbeitt við at gera ein pin-up kalendara, hugskotið hevur hann spælt við síðan hann gjørdi húsan, til fløguna hjá Páll Finnur Páll, Førist (2005).
- Eg havi altíð hildi tað verið stuttligt at gjørt Føroyar eitt sindur eggjandi, at verða eggjandi í Føroyum er sæð sum nakað frekt og ljótt, hví tað? Eg haldi sensualitetur er nakað vakurt og nakað man skal feira, sigur Heiðrikur á Heygum.
Heiðrikur á Heygum heldur at tá tað kemur til Føroyska list, verður Føroyska kvinnan ofta lýst sum ein kubbut kona, ið bíðar eftir manninum, ein græseinkja. Hetta sær Heiðrikur á Heygum sum eina avbjóðing, ið hann fegin vil taka av, tí hann heldur at tað manglar at Føroyar verða lýstar á ein eggjandi hátt eisini.
- Ja, sensualitetur er bara ikki nakað Føroyskt, tí haldi eg at eg leggji nógvan dent á tað í mínari list, tað er einki groft, men bara eggjandi og óskyldugt, sigur Heiðrikur á Heygum.
Heiðrikur á Heygum legði eitt uppslag út á Facebook, og vísti á hugskotið, fyri at vita um áhugin fyri einum slíkum kalendara var til staðar. Tað vísti seg at næstan 300 fólk á hansara Facebook vanga vildu fegin hava ein slíkan kalendara, viðmerkingarnar vóru nógvar og jaligar, har onkur enntá skeyt upp at teir kundu selt í Danmark eisini, ella brúkast sum íblástur til tatoveringar.
Skjótt eftir fór Heiðrikur á Heygum í gongd við at mála pin-up kalendaran, sum ikki skal takast ov álvarsligt. Av tí at Føroyar kunna verða meira eggjandi, er hetta ein stuttligur máti at gera tað uppá, við einum pin-up kalendara, heldur hann.
- Nationalisma skal Ikki takast for álvarsamt, man skal duga at flenna eftir sær sjálvum eisini, sigur Heiðrikur á Heygum, sum viðmerking til kalendaran.
Kalendarin er málaður eins og pin-up kalendarar vóru í 50’unum, tað er mála út frá føroysku klæðunum, sum føroyingar hava at vísa sín samleika og sína mentan við.
- Føroysku klæðini eru ógvuliga vøkur, men eg loyvdi mær at spæla eitt sindur við tey, gera hann meira eggjandi. Eg haldi at fólk halda tað verða ordiliga stuttligt, nakað sum ongantíð er gjørt áður, sigur Heiðrikur á Heygum.
Kalendarin kemur vónandi í handlarnar í Novembur, alt eftir hvussu leingi tað tekur at prenta, sigur hann til síðst.