Jógvan Sundstein
--------
Tá Sosialurin hevur heitt á meg um at luttaka eini greinarøð saman við øðrum fyrrverandi politikkarum, geri eg tað gjarna. Sum byrjan vil eg tó gera vart við, at øll sjónarmið í greinini standa fyri mína egnu rokning og ikki neyðturviliga samsvara við Fólkaflokksins sjónarmið. Eisini hevur tað sína ávirkan, at mítt innlit í politisku støðuna er myndað av tíðindum og upplýsingum frá føroysku luftbornu og skrivaðu bløðum og portalum.
Løgtingsval var seinast í oktober 2011.Hetta valið kom eitt sindur áðrenn valskeiðið var endaliga runnið. Orsøkin var helst, at politiska støðan var vorðin eitt sindur fløkjaslig. Valúrslitið gav tveimum flokkum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, 8 tingmenn hvør. Tað vil siga, at hesum báðum flokkum tørvaðu bert ein tingmann afturat fyri at hava meiriluta. Tá báðir flokkarnir skuldu eitast fyri at vera borgarligir, var tí heldur ikki løgið, at teir gjørdist høvuðsbulurin í eini nýggjari samgongu. Nýtt landsstýri varð sostatt skipað í november 2011 við hesum flokkum saman við Sjálvstýris- og Miðflokkinum.
Sum vera man var nágreiniligt samgonguskjal skrivað. Nógv av tí, ið stendur í einum slíkum stjórnargrundarlagi er ógvuliga alment og kann góðtakast av øllum politiskum flokkum. Men nakað vil altíð vera serstakt og vísa “fingramerkini” hjá sjálvari samgonguni ella hjá einstøkum flokkum. Teir báðir stóru flokkarnir høvdu eitt gott val, og tí var tað meir at kalla ein sjálvfygja, at onkur høvuðsmál í valuppleggunum hjá teimu komu við í samgonguskjalið.
Sambandsflokkurin hevði sum sítt avgjørda (og næstan einasta) høvuðsmál, at fáa donsku stjórnina at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði. Hetta skuldi hava við sær, at veitingin kom at hækka við onkustaðni millum 130 og 200 milliónir krónur árliga. Fólkaflokkurin legði í valstríðnum stóran dent á, at seta í verk eina rættiliga kollveltandi nýggja skattaskipan, tað sokallaðu flatskattaskipanina. Hendan skuldi gera tað meiri lønandi hjá fólki at arbeiða, tí høgi marginalskatturin fór at hvørva. Samstundis skuldi pensiónsgjøld bera skatt longu við inngjald og pensiónirnar sostatt vera skattafríar, tá tær vórðu útgoldnar.
Skattanýskipanin
Sum nakað av tí fyrsta fór nýggja landsstýrið undir at avgreiða hesi bæði málini. Fólkaflokksuppskotið um skattanýskipanina varð stórt sæð gjøgnumført í samsvar við tað, sum lagt varð upp til undir valstríðnum. Landsskatturin verður nú roknaður sum 0 % av inntøkum upp til 65.000 og sum 20 % av inntøkum frá 65.000 til 500.00. Av inntøkum millum 500.000 og 800.000 verður goldið 25 % og inntøkur yvir 800.000 rinda 30 %. Kommunuskatturin er flatur allan vegin frá 30.000 og uppeftir við teim ásettu kommuskattaprocentunum. Tað vil siga, at meginparturin av borgarunum rinda ein skatt uppá stívliga 40 % av inntøkum yvir 65.000.
Samstundis varð pensiónsskattingin umløgd. Áður var galdandi, at inngjald av pensiónsgjøldum kundi dragast frá, meðan skattur varð roknaður við 35 % av pensiónini, tá hon varð útgoldin. Nú verður skattur roknaður við 40 % av pensiónsinngjøldum, meðan eingin skattur verður roknaður av pensiónini, tá hon verður útgoldin.
Nógv orðaskifti hevur staðist av hesi nýskipan. Ført hevur verið fram, at bert “tey ríku” ella tær høgu inntøkurnar fáa fyrimun av av flatskattinum, og serliga hava atfinningarnar verið móti umleggingini av pensiónsskattinum.
Eftir míni uppfatan er øll hendan umleggingin eitt stórt framstig. Skattatrýstið á lønarinntøku er minkað. Sjálvandi minkar tað mest í krónum, har tað var harðast frammanundan. Hetta ger, at við hækkandi inntøkum er meira eftir til borgaran. Tað vil eisini uppá sikt gera, at tað loysir seg betur hjá vælútbúnum fólki at flyta heim aftur til Føroya. Viðvíkjandi pensiónsskattingini er at siga, at hon, eftir míni meting, er fyrimunur fyri borgaran. Borgarin merkir einki serligt til nakran peningaligan mun um skattingin er nú ella við við útgjald. Men tað er ein stórur fyrimunur at vita, at tá pensiónin verður útgoldin til sína tíð, tá er hon skattafrí. Landskassin hevur eisini tann fyrimunin, at hann fær nakrar skattainntøkur, sum annars vildu ligið goymdar hjá tryggingarfeløgunum til pensiónsúgjaldingin eina ferð gjørdist aktuell.
Tað skal tó viðmerkjast, at helst eru nakrir tekniskir trupulleikar enn at loysa við víkjandi umleggingini av pensiónsskattinum. Men tað letur seg gera sum frálíður.
Ríkisveitingarnar
Landsstýrið fór eisini undir at avgreiða málið hjá Sambandsflokkinum um dagføring av ríkisveitingini. Samráðingar fóru fram við donsku stjórnina um hetta málið. Men tær endaðu mest sum í ongum. Úrslitið gjørdist ein prístalshækking fyri 2012, sum í peningi var ásett til 8,6 mió. kr. Um nakað annað kemur burturúr seinri í ár, má tíðin vísa.
Samanberingar millum hesi bæði málini
Landsstýrið og politiska skipanin hevur sjálvandi nógv onnur mál at arbeiða við, men hesi bæði, sum her eru umrødd, vóru mest frammi í valstríðnum, og vóru nakað av tí fyrsta, sum farið varð undir at avgreiða.
Skattaumleggingin er farin at virka. Eitt sindur av “kompromistaktikki” skuldi til fyri at fáa tað gjøgnumført, men stórt sæð kom tað óskalað ígjøgnum. Einki er at ivast í, at tað kemur at hava positiva ávirkan á menningina av samfelagnum og fremjan av búskaparligum vøkstri. Tað vil siga, at tað samsvarar við inngangin í samgonguskjalinum, sum sigur: Málið er sjálvberandi búskapur. Størri arbeiðshugur er grundarlagið undir hesum.
Tá ið hinvegin verður hugt eftir málinum um ríkisveitingina, so er ávirkanin øvugt. Tað at sleppa hugsjónini um at framleiða sjálvur, og at seta álitið á, at onnur skulu hjálpa til at gjalda, minkar um arbeiðshugin og um framleiðslu av skapandi virðum.
Niðurstøðan er tí, at gott er, at skattaskipanin er farin at virka, meðan hækkingin av ríkisveitingini bert er blivin ein viðfáningur.
“Ogn Føroya fólks”, tilfeingisgjøld, rullandi skipanir v.m.
Eitt øki, sum nógv fólk halda seg vita nógv um, í øllum førum eftir fjølmiðlunum, face-book og øðrum nýmótans fyribrigdum at døma, er fiskivinnupolitikkurin. Eitt herróp, sum hoyrist um allar geilar frá bæði leikum og lærdum, líka frá løgmanni og flestu øðrum politikkarum, serliga andstøðuni, til ein og hvønn persón, sum útvarp og sjónvarp tíma at spyrja, er: fiskatilfeingið er ogn Føroya fólks. Eftir øllum teim útsøgnum, sum koma, er ikki mark fyri, hvat hendan ogn Føroya fólks skal útvega landskassanum. Tað at arbeiðssamir og raskir menn, skip og reiðskapur og kapitalur skulu til fyri at fáa tilfeingið til høldar, tað hevur minni týdning.
Tá eg hoyri hesi rópini um ogn Føroya fólks, leitar mín hugur aftur til tíðina fyrrapartin av níti árunum. Tá sótu menn og arbeiddu við at tilevna lógina um vinnuligan fiskiskap. Teir sum brúktu nógva tíð til hetta vóru – tað eg minnist – Henrik Old, Tummas Arabo, John Petersen og Olaf Olsen. Neyðugt var við slíkari lóggávu, tí vit skuldu bæði verja okkara egnu øki og fiskastovnar eins og gera sáttmálar við onnur lond um fiskirættindi. Tað bar jú ikki til, at hvør skipaeigari sær gjørdi sær reglur og sáttmálar og líknandi. Tað var landsstýrið,sum hevði ábyrgdina av landsins borgarum, sum skuldi smíða reglurnar og samráðast føroyinga vegna. Teir føroyigar, ið fyrst og fremst varð hugsað um í hesum førinum, vóru teir, sum skuldu troyta sjógvin. Tí skuldi lógin hava eina orðing, sum heimilaði landsstýrinum (og løgtinginum) at gera hesar skipanir og millumlanda sáttmálar. Aftaná drúgva og gjølliga viðgerð og umhugsan komu hesir nevndu persónar til tað niðurstøðu, at um orðingin “ogn Føroya fólks” var nýtt, so heimilaði tað landsstýrinum sum landsins politiska vald at umsita hesar skipanir. Tað eg minnist (lógin er upprunaliga samtykt og lýst í mars 1994) var ikki ætlanin at tjóðartaka fiskivinnuna.
Sum tíðin leið eru nógvar broytingar gjørdar í lógini frá 1994. Hetta er sjálvandi ein fylgja av, at umstøðurnar hjá fiskivinnuni broytast alla tíðina. Kravið um burðardygd herðist, fiskidagarnir verða reguleraðir, kvotur broytast, sáttmálar við onnur lond broytast, ICES ger tilmælir og til dømis ósemja um makrelfiskiskap ger seg galdandi. Alt hetta og mangt annað fær politikkarar og ikki minst nakrar búskaparfrøðingar at rópa upp um tilfeingisgjald, uppboðssølu, avtøku av fiskiloyvum o.s.fr. Alt samalt grundgivið við “ogn Føroya fólks”.
Tá so alt hetta verður blandað saman við tann veruleika, at landskassin sjálvandi hevur brúk fyri inntøkum, tí hallið er nóg so stórt, so verður fiskivinnan mest sum tikin sum gíðsil í orðaskiftinum. Áður var fiskivinnan alt avgerandi sum grundarlag undir føroyska búskapinum. Væl er vinnugrundarlagið undir landsbúskapinum í dag nógv breiðari, men framvegis er fiskivinnan ein sera týðandi partur av samfelagsbúskapinum. Tí er tað av avgerandi týdningi, at tær politisku avgerðir, ið tiknar verða á hesum øki, hava atlit til menningina av sjálvari vinnuni og ikki bert til ein løtuvinning fyri landskassan stavandi frá gjøldum á tilfeingið og loyvisskipanirnar. Gjøldina eru útreiðslur fyri vinnuna og minka um kappingarføri. Tað, sum landskassin og allur samfelagsbúskapurin skal fáa nakað burturúr, er avkastið og yvirskotið frá vinnuni og ikki ein seigpíning, áðrenn rakstrarmøguleikarnir verða troyttir.
Eg vil ynskja landsstýrinum, samgonguni og allari politisku skipanini góða eydnu við at finna fram til bestu loysnirnar fyri hetta økið á einum frælsum vinnugrundarlagi, so langt sum røkkast kann innanfyri teir givnu karmarnar.