Á pallinum ber Rannvá heitið Miss Wild, og er Miss Wild eitt kent navn í stripparaumhvørvinum í Danmark. Rannvá strippar á diskotekum, í privatum veitslum og letur seg avmynda til plakátir. Í Keypmannahavn hanga í løtuni fleiri plakátir av Rannvá uppi í samband við eina stóra framførslu á diskotekinum »The Rock«, og á alnetinum eru alskyns modellmyndir av føroysku Rannvá:
- Eg leggi einki í, um eg eri nakin framman fyri fólki. Annaðhvørt menniskja sær líka út sum eg, og tískil havi eg einki at skammast. Eg føli heldur ongantíð, at eg vísi ov nógv av mær sjálvari. Øll selja seg sjálvan á ein ella annan hátt, bara á ymiskar mátar. At vera strippari tykist at vera blást upp í Føroyum, men í Danmark er tað bara eitt vanligt arbeiði, staðfestir Rannvá.
Planet.fo hitti Rannvá á eini café mitt á »Strøgnum« í Keypmannahavn ein leygardag seinnapart. Rannvá kemur gangandi eftir gongugøtuni og sær als ikki út til at vera ein strippari, men heldur bert ein púra vanlig genta. Hon er í svartari rullukragablusu, svørtum buksum, svørtum hatti og einum gulum leðurjakka. Hon smílist fryntliga, setir seg við runda café-borðið og bíleggur eina kola.
Altíð verið ein dreymur
Rannvá dámar væl sítt arbeiði og angrar onga løtu, at hon hevur valt hetta yrki:
- Longu sum tíggju ára gomul visti eg, at eg vildi verða strippari. Og tá eg var 18 ár, byrjaði eg í smáum at gera ymiskt arbeiði á palli. Eg var við í fleiri sjónleikum, modell í undirklæðum og dansaði erotiskar dansir á nøkrum dansistøðum. Somuleiðis varð eg boðin at strippa á nøkrum diskotekum í Føroyum, men tað tímdi eg ikki, tí tað varð tikið so illa upp av nógvum.
Til Danmarkar
Fyri tveimum árum síðani flutti Rannvá til Danmarkar at ganga á HF, men Rannvá hevði ikki eittans í hyggju at sita á skúlabeinki í Danmark. Bert eina viku eftir, hon var komin til Danmarkar, ringdi hon til eitt »stripparabureau« og fekk arbeiði alt fyri eitt.
Rannvá varð upplærd í tveir mánaðir, áðrenn hon varð góðkend av bureaunum sum strippari:
- Hesir báðir mánaðirnir vóru rættiliga harðir. Eg strippaði og strippaði saman við einum lærara, men tað gekk væl, og at enda varð eg góðkend. Bert fýra mánaðir eftir, eg var byrjað, vann eg mær heitið »Queen of strip«.
Loyniligt at byrja við
At byrja við vildi Rannvá ikki fortelja familju og vinum í Føroyum, at hon strippaði, tí hon helt ikki, tað toldi »dagsins ljós«. Men skjótt hoyrdist tó graml í Føroym um, hvat Rannvá tókst við í Danmark:
- Eftir eitt hálvt ár vistu at kalla øll um tað í Føroym. Tey sóu myndir á alnetinum, og somuleiðis hitti eg nógvar føroyingar í Danmark. Men eg segði tó við øll, áðrenn eg fór til Danmarkar, at eg fór at ganga í skúla og strippa. Flest øll tóku tað helst í skemti, men eg helt mítt orð, sigur Rannvá.
Rannvá hevur ikki verið aftur í Føroyum, síðan hon fór at strippa. Dagliga fylgist hon tó við sínum føroysku vinum, men sum heild er hon ikki nógv saman við føroyingum:
- Eg tími ikki at fylgjast við trongskygdum føroyingum, ið hyggja niður á mítt arbeiði. Tey eru óvitandi og konservativ. Eg veit væl, at tað ikki er loyvt av tveita trussurnar í Føroyum og at strippa kanska ikki samsvarar væl við kristna samfelagið í Føroyum, men eg eri sannførd um, at arbeiðið hjá mær ikki er porno, men heldur eitt listarligt »show«, staðfestir Rannvá.
Rannvá sigur somuleiðis, at tey, ið halda, at stripp og narko hanga saman, fara avgjørt skeiv:
- Eg eri altíð edrú, tá eg eri til arbeiðis. Mítt arbeiði er eitt arbeiði sum øll onnur. Og tað er jú ørskapur at fara ávirkað til arbeiðis. Eg fari út, geri mítt »show« og síðan heim aftur.
Familja og vinir góðtaka Rannvá
Men hvat siga vinfólk og familja um, at tú strippar?
- Foreldrini eru rættiliga frísinnað og respektera meg fyri tann, eg eri. Men tey siga tó ofta við meg, at eg átti at fingið mær eitt sokallað »vanligt« lív við manni, børnum og »vanligum« arbeiði. Hinvegin hava øll vinfólkini virðing fyri tí, eg geri, og stuðla mær 100%.
Eingin prinsur á hvítum hesti
Rannvá kundi ongantíð droymt um at fingið sær eitt »vanligt« lív í Føroyum við manni og børnum:
- Eg eri ein genta, har altíð ferð skal vera á. Sum nú er, ætli eg mær ikki at fáa mær børn og havi ongan tørv á tí. Heldur fari eg at njóta og liva lívið á mín egna hátt: at ferðast, uppliva verðina og hava tað gott. Heldur ikki trúgvi eg á prinsin á tí hvíta hestinum, men heldur á nógvar hvítar hestar við fleiri prinsum.
- Eg stóli ikki upp á nakran uttan meg sjálva. Í mínum arbeiði síggi eg, hvussu illa nógv mannfólk skikka sær. Serliga teir við gullringi á fingrinum. Um eg skal hava eitt parlag, skal tað vera eitt opið parlag, har alt er loyvt og einki er loyniligt, leggur Rannvá dent á.
Ávirkar ikki sexlívið
Hóast Rannvá fleiri dagar um vikuna strippar framman fyri eini rúgvu av fólki, ávirkar hetta ikki hennara sexlív:
- Eg havi ongantíð verið saman við einum kunda, hóast eg ofta eri boðin heim við teimum eftir »showið«. Fyri meg hevur tað ótrúliga nógv at siga, at eg kenni, dámi og eri drigin at viðkomandi, eg fari saman við.
Pengarnir einki at siga
Tað er eingin loyna, at tímalønin hjá Rannvá er stór, men enn hava pengarnir ongantíð drivið verkið í arbeiðinum:
- Eg elski at standa á einum palli og vísa meg fram. Somuleiðis er tað ein deilig kensla at gera eitthvørt øðrvísi enn føroyingar flestir og at bróta siðir og normar í snævurskygda føroyska samfelagnum. Eg livi lívið við einum stuttligum arbeiði, læri nógv nýggj og spennandi fólk at kenna innan »showbransjuna« og fái enntá pengar fyri tað.
Vápn í taskuni
Tá Rannvá fer til arbeiðis, hevur hon altíð sjaførin, ið eisini er lívverji, við sær. Sjaførurin fylgir henni altíð til dyrnar og kemur eftir henni aftur:
- Higartil eri eg ongantíð komin í trupulleikar, men eg havi altíð vápn táragass og jarnstong við mær í taskuni. Somuleiðis ætli eg at fáa mær ein alarm, so eg altíð kann ringja eftir sjaførinum, um eg skuldi komið í trupulleikar, sigur Rannvá og leggur dent á, at enn hevur eingin kundi verið ov ónærisligur:
- Eg eri heldur ikki, sum flest øll kanska halda, bara saman við einum trimum vamlisligum monnum. Í minsta lagi eru 10-15 fólk, har eg strippi.
Hørð krøv
Rannvá ásannar, at tað er hart arbeiði at vera strippari:
- Eg noyðist altíð at hugsa um, hvat eg eti, fáa rættan svøvn og somuleiðis at venja minst ein tíma um dagin fyri at vera nóg væl fyri. Tað tykist kanska at vera »a piece of cake«, men tað er tað avgjørt ikki. Eisini brúki eg nógva tíð, pengar og orku til at finna tónleik og keypa útgerð til »showið« hjá mær, sigur Rannvá.
Framtíðin?
Rannvá ætlar at halda fram við at strippa so leingi, hon heldur tað er stuttligt, og kroppurin heldur til tess. Men somuleiðis hevur hon tó aðrar ætlanir við lívinum:
- Eg ætli mær at skriva eina bók, syngja, at verða »side 9 pige«, gera mína egnu heimasíðu, har eg fari at selja myndir av mær sjálvari og somuleiðis hevði tað verið stuttligt at latið upp ein handil við sexleikum o.ø. Men um hesar ætlanirnar hjá mær ikki eydnast, havi eg altíð HF-útbúgvingina at venda aftur til.
Strippa í føroyskum klæðum?
Spurd, um vit nakrantíð fara at síggja Rannvá strippa á føroyska pallinum, sigur hon, at tað er ikki tað vert, tí peningaliga hevði hon fingið alt ov lítið fyri tað:
- Um eg eitt nú fari til Grønlands at strippa, fái eg ferð, uppihald og 20.000 krónur í lumman, og tað hevði eingin goldið mær í Føroyum. Men í roynd og veru kundi eg væl funnið uppá at komið aftur til Føroya at strippa, tí eg havi ein dreym um at strippa í føroyskum klæðum í kýsa og øllum. Tað hevði so avgjørt verið fyri at provokera, men hvør veit kanska eg geri tað ein dag, tá Føroyar eru til reiðar til tess, sigur Rannvá við einum skálkabrosi.
Klokkan er vorðin nógv og vit avgera tískil at fara. Vit fara gangandi oman eftir Købmagergade og síggja á vegnum eina plakát av Rannvá hanga á einum steyra og fara síðan oman til metroina og heim.
--
Rannvá vil vera dulnevnd, og tískil er Rannvá eitt dulnevni. Sosialurin kennir tó rætta navnið á Rannvá.