Í dag verður ein nýggj heimasíða kunngjørd, sum skal geva útlendingum møguleikan at finna fram til føroyskar tónleikarar. Heimasíðan music.fo er á enskum, og skal sambært stigtakarunum vera við til at økja um møguleikan hjá føroyskum tónleikarum at koma út í heim.
Stigtakarar siga í dag, at orsøkin til, at føroyskur tónleikur ikki er meira at hoyra úti í heimi er, at tað hevur verið torført hjá fólki uttanlands at fáa eitt yvirlit yvir, hvat hendir á tónleikapallinum í Føroyum.
-Tíðin er komin til at bjóða teimum vantandi liðið - eina tíðindakeldu á internetinum, sum kunnger aktuellan føroyskan tónleik eitt stað, á einum máli, sum flest fólk í heiminum skilja, siga stigtakarar í dag.
Víðari siga tey, at áhugin og eftirspurningurin eftir tónleikinum fer einans at vaksa, tá fleiri fólk úti í heimi so við og við fara at leggja merki til føroyska tónleikin.