Føroyskur ungdómsskjútti millum 16 teir bestu í Evropa

Í hesum døgum er innandura Evropameistarakapping í bogaskjóting í Croatia.

 

Føroyski ungdómsskjúttin í compound, 17 ára gamli Magnus Andreassen, hevur fyri lítlari løtu síðan skotið fyrsta umfarð í finalunum.

 

Har hitti føroyingurin - sum endaði á 15. plássi innleiðandi - ein spaniola - sum endaði á 18. plássi innleiðandi.

 

Úrslitið varð, at Magnus Andreassen fekk 115 av 120 møguligum stigum, meðan spanski skjúttin fekk 112 stig.

 

Tað vil siga, at beint nú hava Føroyar ein ungdómsskjútta, sum er millum 16 teir bestu í Evropa.

 

Sambært skránni skal Magnus Andreasen skjóta næsta umfar klokkan 17 føroyska tíð, og tá skal hann møta skjúttanum, sum gjørdist nummar 2 í innleiðandi kappingini.