Tilbúgving
Jan Müller
[email protected]
-Eg seti mítt álit til, at landsstýrið í komandi fíggjarlóg fer at seta pengar av til at fáa Føroyum eina munadygga tilbúgving móti oljudálking á havinum. Hetta sigur stjórin í OSR, Oil Spill Response, Pauli Einarsson. Fyritøkan, sum er góð 5 ára gomul, sá dagsins ljós í kjalarvørrinum á fyrireikingunum til oljuleiting á føroyska landgrunninum. Hon var eitt náttúrligt lið í hesi fyrireiking og varð miðjað ímóti at útvega útgerð til at kunna forða fyri og minka um oljudálking frá boripallum og skipum á víðum havi og inni við land. Pauli Einarsson, sum sjálvur hevur siglt við seismikkskipum í oljuvinnu í útlondum og sum eisini hevur verið knýttur at oljufeløgum, sum eru komin til Føroya at leita eftir olju, fekk tíðliga áhuga fyri spurninginum um tilbúgving og dálking. -Á mongu vitjanum mínum, skeiðum og ferðum í útlandinum gjørdist eg varugur við, hvussu týdningarmikil nettupp tilbúgvingin er fyri eitt land, sum av álvara fer undir at búgva seg út til oljuleiting og seinni framleiðslu. Eg gjørdist sannførdur um, at vit sjálvi máttu taka stig til at fáa nakað upp at standa, tí annars fóru allar uppgávurnar bara til útlendingar, av landinum. Tað hevur so ikki verið meiningin við at menna eina føroyska oljuvinnu og egnan førleika á ymsu økjunum.
OSR varð stovnað við tí fyri eygað at hava eina tilbúgving móti oljudálking bæði úti til havs og inni móti landi. Fyritøkan útvegaði sær útgerð og menti egnan førleika við at luttaka á skeiðum. Samstarv varð tikið upp við so frægar fyritøkur sum Brigg í Bretlandi og MMB í Noregi. OSR hevur síðani fingið nógvar uppgávur og hevur havt útgerð úti á feltinum og á landi. Eisini hava fólk á landi fingið venjing. Fyritøkan hevur so eisini sett upp útgerð kring landið. Somuleiðis vóru boð eftir OSR at rudda upp í Spania eftir eina herviliga oljudálking har.
Pauli Einarsson sigur, at arbeitt hevur verið við at menna fyritøkuna og fólkini, soleiðis at tey í dag eru við at vera klár til eina ISO 9000 góðkenning. Tey hava so eisini tikið instruktørskeið í Bretlandi saman við kendu fyritøkuni BMT Cordah, soleiðis at OSR fólkini eisini eru góðkendir instruktørar. OSR hevur fingið fyrispurningar at koma út í onnur lond at arbeiða eisini. ì løtuni eru trý fólk hjá fyritøkuni. Umframt at vera við til minka um dálking á firðum og sundum serliga, hava OSR fólkini eisini hildið skeið fyri fólki hjá V&B. Í dag standa tey so og bíða eftir at fáa nýggjar sáttmálar.
Ongin landstilbúgving
-Vit eru so eisini spent, um tað almenna megnar at fáa eina landstilbúgving upp at standa í Føroyum, har vit so kunnu vera ein partur. Hóast arbeitt hevur verið við hesum leingi, so hava vit framvegis onga landstilbúgving sigur Pauli Einarsson.
OSR arbeiðir bæði við tilbúgving í sambandi við oljuleiting fyri eygað og so verður eisini arbeitt inni á firðunum, har tað hava verið fleiri dálkingarvanlukkur. Har hava fólkini og útgerðin hjá OSR munað væl. Talan er um ymisk sløg av óhappum so sum yvirbunkring, skip renna á land ella olja ella onnur evni eru runnin av virkjum á landi og út á sjógv.
Uppgávan er at forða fyri, at slík dálking ger seg ov nógv inn á umhvørvið. Best er at vera fyrivarðin, men har ólukkan er hend ræður um at hava atgongd til røttu útgerðina og koma á staðið skjótast. Í dag hevur OSR útgerð liggjandi eitt nú á Tvøroyri og í Runavík. Sløkkiliðini á staðnum kunnu so brúka hesa útgerðina.
-Høvdu vit eina felags tilbúgving fyri allar Føroyar, har sløkkiliðini arbeiddu saman, so kundi OSR samskipað hetta við útgerð og við at hjálpa til við uppvenjing av fólki.
Pauli Einarsson vísir á, at vit í Føroyum fyrr hava dúvað uppá fremmandar instruktørar úr Noregi og Skotlandi. Hetta er ikki neyðugt í dag, tí OSR kann taka sær av hesum uppgávum. -Er tað ikki júst ætlanin og endamálið við menningini av eini oljuvinnu, at vit føroyingar sjálvir skulu fáa okkum førleika til at kunna átaka okkum uppgávur her heima spyr stjórin í OSR.
Bíða
-Nú verður so bíðað eftir, at pengar verða settir av á fíggjarlógini og at kommunurnar koma aftur inn í myndina. Tað er ábyrgdin hjá Fiskimálaráðnum at fáa gongd á. Ongir pengar vórðu tó til tilbúgvingina á verandi fíggjarlóg. Teir vóru spardir burt. So tað sær ikki út til at myndugleikarnir taka tilbúgving móti dálking serliga alvorligt. Vit kunnu bara vóna, at politikararnir veruliga meina tað, tá teir tosa um eitt reint umhvørvi.
Stjórin í OSR er rættiliga avgjørdur, tá vit spyrja hann, hvussu nógvan skund hetta hevur: -Tað er sera týdniningarmikið at hava eina tilbúgving uppá pláss innan ársskiftið, tí boringin eftir olju byrjar longu næsta ár. Nú vita vit ikki, hvørjar avtalur okkara myndugleikar hava gjørt við oljufeløgini, um tey hava loyvi til at biðja onnur feløg uttan fyri Føroyar taka sær av tilbúgvingini. Tað vildi tó verið bæði skeivt og óskiljandi, nú vit sjálvi hava bygt upp henda førleika og gjørt íløgur á økinum. Men er einki ynski um at hava okkara egnu tilbúgving, so noyðast feløgini at fara aðrastaðni eftir henni.
Pauli Einarsson vónar, at landsstýrið og eisini løgtingið taka hetta málið í allar størsta álvara, tvs. seta pengar av á komandi fíggjarlóg og seta sær sum mál, at vit føroyingar sjálvir skulu taka okkum fullu ábyrgdina av tilbúgvingini móti oljudálking. Hann nevnir í hesum sambandi, at til ber at leggja hetta skilagott tilrættis eitt nú við í eini sonevndari poolskipan, har allir hava somu útgerð og har hon verður betri samskipað og bíligari. Har tú ikki nýtist at eksperimentera. Men har allir kunnu hjálpa hvørjum øðrum.