Í Føroyum verða djór betur vard enn børn

- Er ivamál um foreldur eru egnað at uppala síni børn, er tað oftast foreldrarætturin sum vinnur fram um, hvat er best fyri barnið. Alt ov fá standa fram og tosa fyri okkara børnum í Føroyum, alt ov lítil atlit verða tikin til tey, og ofta eru tey í sorli áðrenn nakað verður gjørt, sigur Sólrun Jacobæus, sum eftir sjey ár fer frá sum leiðari á Føroya Barnaheimi

 

BARNALÍV

Turið Kjølbro

Um eina góða viku fer Sólrun Jacobæus frá sum leiðari á Føroya Barnaheimi. Har hevur hon starvast í gott og væl sjey ár, men hevur nú eftir at hava hugsað seg væl um, gjørt av at fara frá.

? At vera leiðari á einum barnaheimi er eitt breitt fyribrigdi í Føroyum. Tú kemur í samband við viðurskifti, sum fólk ikki eru glað at hoyra um og síggja. Við samfelagsins skuggasíðu so at siga, í øllum førum eina síðu av samfelagnum eingin er stoltur av. Sálarliga er tað ógvuliga tyngjandi at vera vitni til hjálparleys menniskju, ikki minst tá ið tað ræður um børn. Hóast eg nú havi arbeitt her leingi, kann eg framvegis hava vøkunætur. Hetta verður kallað óprofessjónelt, tí ein professiónellur leggur alt eftir seg tá ið viðkomandi fer heim. Men eg eri stolt av tí, tí so eri eg framvegis eitt følandi menniskja og ikki ein maskina. Eg velji at fara nú, men eg eri ógvuliga glað fyri at hava fingið møguleikan at hava verið millum hesi børnini eitt petti av teirra lívsleið. Tey hava avgjørt gjørt mítt lív ríkari, sigur Sólrun Jacobæus.

Gomul lóg forðar

Barnaforsorgin í Føroyum er alt ov tung, staðfestir Sólrun Jacobæus.

? Fyri at siga tað sum tað er, er eitt og hvørt djór betur vart í Føroyum enn einstaka barnið. Djóralógin er staðfest og virkar eftir endamálinum, meðan vit arbeiða eftir eini gamlari barnaforsorgarlóg. Í Danmark eru umleið fýra barnaforsorgarlógir gjørdar seinastu 20 árini, meðan vit arbeiða eftir einari, sum er frá 1960 við onkrum smávegis kunngerðum afturat, og sum í roynd og veru tekur størri atlit til foreldur enn børn. Vegleiðingin til lógina frá 1960 kom á vári 1998. Eg skal ikki taka dagar ímillum, um tað er lógin, ið ikki er nóg góð, ella um tað er mátin, hon verður umsitin. Í øllum førum vísir tað seg ferð eftir ferð, at børn fara úr øsku í eldin aftur. Tey verða tikin heimanifrá eina tíð fyri at koma aftur til tað sama, sigur Sólrun Jacobæus.

Sólrun Jacobæus setir spurningin, hon áður hevur sett sær og øðrum fleiri ferðir. Hava vit eina barnaforsorgarlóg ella eina foreldralóg.

? Eftir mínum tykki verður tikið alt ov lítið atlit til børnini. Ofta eru børn í sorli áðrenn nakað verður gjørt. Er ivamál í einum førum um foreldrini eru egnað at uppala síni børn, er tað ofta foreldrarætturin sum vinnur og børnini verða verandi heima og einki verður gjørt. Úti um landið síggja vit eisini, at tann rætta hjálpin ikki verður veitt einum heimi, sum fær ávíst hjálp, tí tann rætta hjálpin ikki er tøk ella til staðar.

? Alt ov fá standa fram og tosa fyri okkara børnum í Føroyum. Uppskot er gjørt til nýggja barnaforsorgarlóg uttan at nakað serligt kjak spyrst burturúr. Verður lógin endavend eigur hon at elva til kjak, sum ger, at vit øll, vanlig fólk og fakfólk, verða meiri tilvitað. Hví vit ikki fáa hetta kjakið í lag í Føroyum, er lutvíst tí landið er lítið og lutvíst tí, vit ikki hava tradisjón fyri at tosa um viðurskifti, sum eru trupul. Og ein orsøk til tað er, at vit rúma ikki sum menniskju at fata at øll børn ikki hava tað gott og eru við sviðusoð.

? Allir batar í viðurskiftunum hjá børnum henda alt ov spakuliga. Í dag verður tosað meiri um kynsliga misnýtslu av børnum í mun til fyri fáum árum síðani, men tað er ikki tí at fakfólk, barnaverndir og onnur hava traðkað fram, men tí fjølmiðlarnir hava viðgjørt evnið og børn av tí sama hava torað at sagt frá. Samfelagið er kortini ikki betur fyrireikað at taka sær av børnunum ella hjálpa teimum. Flestu børn, sum hava verið gjøgnum avhoyringar og rættarskipanina, kunnu greiða frá, hvussu tey kenna seg slept uppá fjall.

Skjót hjálp, góð hjálp

Tað ber til longu meðan kvinnan gongur við barni undir belti at meta, um hon er egnað sum mamma ella ikki.

? Ber kvinnan seg at sum einki barn er á veg, til dømis drekkur hon, soleiðis at barnið fær alkoholskaða, eins og um pápin fremur harðskap ímóti kvinnuni meðan hon gongur við barni, er vandi á ferð. Tá ið barnið er føtt ber til at síggja, um mamman skapar samband og tilknýti til nýfødda barnið, um tað tekur atlit til barnið fram um seg sjálva, um tað sær tørvin hjá barninum sum tað týdningarmesta. Hetta er fyrsti dialogurin millum barnið og foreldrini, og barnið upplivir, at foreldrini eru har altíð. Eitt barn sum ikki fær tilknýti, aldri fær eygnasamband við foreldrini, og sum ikki verður tikið atlit til, mennist ikki sum tað eigur og letur aftur fyri innastu kenslunum. Tá ið hetta barnið er størri, tekur tað ikki atlit til onnur og tað kemur í eina keðiliga ringrás upp ígjøgnum øll barna og ungdómsárini. Børn, sum alt lívið hava hungrað eftir nærleika og kærleika, men altíð eru skúgvað til viks, eru løtt offur fyri til dømis skemmarum.

? Tað eru eisini børn, sum ikki fáa mat hvønn dag. Vit vita, at heilin hjá børnum veksur tvífalt frá barnið er føtt til tað er eitt ár. Fær barnið ikki røttu føðina, kunnu álvarsamir skaðar henda.

Yngri í dag

Vanligt var fyrr, at børn vóru 8-10 ár áðrenn tey komu á barnaheim. Í dag eru børnini væl yngri og nógv eru heilt smá.

? Men tó undrist eg mangan, hví tey ikki eru komin fyrr. Eg hitti javnan pedagogar og onnur, sum ikki vita, hvat tey skulu gera hóast tey vita, at okkurt barn ikki hevur tað nóg gott. Tað er heilt greitt, at fólk sum arbeiða við børnum og so ella so koma í samband við børn mugu fáa eina størri vitan, soleiðis at tey duga at síggja og hoyra um eitt barn tørvar hjálp. Mangan snýr tað seg um, at vit vaksnu ikki at tora at taka ábyrgd fyri tí, vit síggja. Verða fólk betur og meiri skúlað í vantandi umsorgan, duga tey betur at síggja og hoyra barnið. Nógv fólk rúma ikki at síggja at børn ikki hava tað gott.

Skikkaðar og óskikkaðar barnaverndir

Barnaverndirnar eru ein rættiliga týðandi partur her, tí tað eru tær sum skulu handla í teimum førum eitt hvørt skal gerast, antin tað er hjálp í heimið ella barnið skal takast úr heiminum. Og tað er einki dulsmál, at barnaverndirnar í heilt nógvum førum ikki virka nóg væl, ikki eru nóg fakligar dugnaligar og í førum ikki tora at traðka til.

? Tað átti avgjørt ikki verið eina borgaraskylda at sitið í eini barnavernd, tí tey eru nógv, sum ikki ynskja at sita har. Barnaverndirnar eiga at verða mannaðar við skikkaðum fakfólki.

Nógvar barnaverndir gera eitt gott og stórt arbeiði, aðrar gera tað so væl tey kunnu, men tað er í nógvum førum ikki nóg gott. Tí hevur tú ikki vitan um hesi viðurskifti, hvussu skalt tú so handla.

? Eg eri sannførd um, at flestu foreldur gera tað besta fyri síni børn. Tað besta er kortini ikki nóg gott í nógvum førum og í summum førum skaðiligt. Tey megna ikki at gera tað betri. Hinvegin eru fakfólk skúlað til at geva børnum tað besta. Og tá ið ov long tíð gongur, uttan at eitt barn verður hjálpt, er tað okkara ábyrgd sum fakfólk at traðka til, tí vit vita, at soleiðis eigur tað ikki at vera. Ein og hvør hevur fráboðanarskyldu um tey eru varug við eitthvørt, og tú kanst boða frá uttan at siga hvør tú ert. Annað er, at barnaverndirnar eru ringar at fáa fatur á. Bara barnaverndin í Klaksvík stendur í telefonbókini, og henni fært tú beinleiðis fatur á alt døgnið, sum mær vitandi tann einasta í landinum.

Ein annar spurningur, Sólrun Jacobæus reisir, er, um barnaverndirnar tora at traðka til hóast tær eru vitandi um ymiskt, ið ikki eigur at fara fram.

? Sambært barnaforsorgarlógini eigur fyribyrgjandi arbeiði at verða gjørt áðrenn onnur stig verða tikin. Børn kunnu verða tikin úr heiminum eftir grein 24 í lógini, men tá skulu foreldrini vera samd um hetta. Eftir tríggjar mánaðir kunnu foreldrini fáa børnini heim aftur uttan at nakað er broytt heima. Vit síggja ferð eftir ferð, at hetta hendir. Tríggir mánaðir er alt ov lítið, tí tað tekur langa tíð at byggja eitt barn, sum vantar umsorgan, uppaftur. Hinvegin kunnu børn tvingast úr heiminum sambært grein 25 uttan samtykki frá foreldrunum, hetta skal fara fram ígjøgnum rættarskipanina, men her talar rætturin hjá børnunum sjáldan mest. Í 30 ár er tað mær vitandi bert hent tríggjar ferðir í Føroyum, at børn eru tikin eftir grein 25 úr heiminum, og tað sigur mær so mikið, at tað ikki verður hugsað um børnini, men um foreldrini. Hesi árini eg havi arbeitt á barnaheiminum, eru fleiri mál sum eftir mínum tykki, áttu at enda við, at børn eftir grein 25 vórðu tikin frá sínum foreldrum, sigur Sólrun Jacobæus, sum er fyri eini høvuðsbarnaverndarnevnd við undirnevndum.

Í onkrum førum verða børn inn- og útskrivað fleiri ferðir í sínum lívi á barnaheimið.

? Vit uppliva eisini, at foreldur at børnum á barnaheiminum spyrja okkum, hví einki varð gjørt, tá ið tey sjálvi vóru lítil. Tað er syrgiligt at uppliva.

Grundleggjandi lærdóm

Børn sum koma á barnaheimið verða spakuliga bygd uppaftur. Tey verða lærd upp í at koma í samband við sínar innastu kenslur. ? Nógv duga ikki at gráta, tí ongin hevur hoyrt tey, og tað skulu tey læra aftur. Vit læra tey, at tað er í lagi at gráta, at verða kedd, somuleiðis læra vit tey at spæla og so framvegis. Soleiðis vaksa tey og at enda duga tey at seta krøv til sín sjálvs og onnur. Eisini er umráðandi at børnini fáa ein reglufastan gerandisdag, har alt hendir til ásettu tíð, soleiðis at børnini ikki skulu brúka orku til at hugsa, hvat fer at henda. Vit møta eisini børnum, sum ikki hava fingið at eta hvønn dag og sum sita og halda í breyðkurvini av ótta fyri at ikki fáa nóg mikið.

? Í dag er vanligt, at børn eru á barnaheiminum í eitt til tvey ár, men í førum kann eg verða ósamd við barnaverndirnar í, nær rætta tíðin er at senda barnið heimaftur. Tá ber til at kæra til Færøsk Nævn for Børneforsorg, men hendan nevndin gevur sum oftast barnaverndunum viðhald. Eg meti, at Barnaverndir í dag í alt ov stóran mun brúka fosturfamiljur sum loysn á einum trupulleika. Hetta er eftir mínum tykki ikki altíð tað rætta fyri barnið, tí tær fægstu fosturfamiljurnar hava útbúgving innan økið og tí kunnu hesar fosturfamiljur ikki geva børnum ta viðgerð, barnið hevur brúk fyri. Eg haldi, at um eitt uppihald hjá fosturfamiljum skal eydnast væl fyri barnið og fosturfamiljuna, skal barnið í flestu førum undir eina viðgerð áðrenn, har fakfólk gera barnið klárt at taka ímóti umsorgan og nærveru. Hetta kundi til dømis verið gjørt á Barnaheiminum.

Fyribyrging lønar seg

Hvussu vit gera skipanina so góða, at øll børn, sum tørvar hjálp, fáa hana skjótt og væl, er einki einfalt svar til, heldur Sólrun Jacobæus.

? Tað átti at verið ein lóg, sum tryggjar øllum børnum ein góðan uppvøkstur og alla ta hjálp tað hevur tørv á. Uttan mun til hvør tørvurin er, ella hvar viðkomandi býr. Soleiðis er ikki í dag hjá okkum, og fáir politikari tosa fyri hesum børnunum, møguliga tí at hetta er eitt eymt evni. Ongar kanningar verður gjørdar í Føroyum, tá ið tað snýr seg um viðurskifti hjá børnum. Eingin veit, hvussu nógv børn ikki búgva heima hjá sínum foreldrum. Eingin kannar hví og tað sigur nógv um hetta samfelagið. Og tað er sum um vit ikki vita, at tað loysir seg at gera nakað. Ein svensk kanning staðfestir, at eitt vanligt barn kostar samfelagnum 600.000 krónur fyrstu 18 árini, meðan eitt barn, sum verður føtt við alkoholskaða, kostar 6 mió. krónur fyrstu 18 árini. Vit kunnu ímynda okkum, at henda upphæddin svarar nøkulunda til, um talan er um kynsligan ágang, vantandi umsorgan ella annað. Fyribyrging hevði spart samfelagnum nógvar pengar, sigur Sólrun Jacobæus.

Annað lív

Gerandisdagurin hjá Sólrun Jacobæus broytist munandi eftir 1. mai, tá ið hon hevur havt sín seinasta arbeiðsdag á Føroya Barnaheimi. Fyrstu tíðina fer hon at selja breyð á bakarínum hjá Gunnleivi í Havn. Umframt bjóðar hon seg fram at halda skeið fyri barnaverndum og stovnum, og eisini at virka sum familjuterapeutur, sum hon eisini er útbúgvin sum.